Nú er gongd aftur komin á at koppseta gentur fyri krabbamein

Hóast talan er um eina koppseting, sum fyribyrgir álvarsligum krabbameini, var tað næstan eingin, sum tók av tilboðnum í nøkur ár

 Nú gongur tað aftur nógv betur at fáa foreldur at koppaseta døtur sínar fyri HPV. Tað vísir ein uppgerð, Heilsumálaráðið hevur gjørt.

 

Tað var í 2009, at føroyska heilsuvórki fór undir at koppseta gentur fyri HPV – og tað var ókeypis. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, men seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár.

 

Tey fyrstu árini vórðu rættiliga nógvar gentur koppsettar og í 2013 var árið, tá ið flestar gentur vórðu koppsettar, tí tá vóru 931 gentur koppsettar.

 

Men so tók talið at fella ógvusliga og ein høvuðsorsøk var, at koppsetingin kom í ringt orð, tí nógvar ræðusøgur vóru frammi um, at gentur høvdu fingið heilt álvarslig hjáárin av koppsetingini. Og í 2016 vóru tað bara 96 gentur, sum vórðu koppsettar.  

 

Men síðani eru rættilig umfatandi kanningar gjørdar, og vísindafólk hava víst aftur, at samanhangur hevur verið ímillum koppsetingina og tær sjúkur og trupulleikar, gentur hava havt.

 

Og síðani er talið á gentum, sum eru koppsettar, alsamt hækkað aftur og nú er tað komið upp aftur á tað, sum tað var tey fyrstu árini.

 

 Tað eru gentur, og kvinnur, sum eru føddar 1. januar 1985 ella seinni, sum kunnu verða koppsettar fyri einki. Tær verða koppsettar, tá tær hava fylt 12 ár, men tær skulu vera koppsettar, áðrenn tær fylla 28 ár.

 

 

Les eisini: Fara nú eisini at koppseta dreingir fyri krabbamein