Nú er Lakshmi sum hini

Lakshmi var fødd við fýra beinum og fýra ørmum, men nú hevur hon bara tvey av hvørjum

Tvey ára gamla Lakshmi Tatma úr India hevði fýra armar og fýra bein, tá hon var fødd, tí hon hevði fingið armarnar og beinini frá sínum høvuðleysa siamesiska tvíburi.

 

Í síðsta mánað lá Lakshmi á skurðborðinum í 27 tímar, har meiri enn 30 læknar skildu hana frá tvíburinum. Nú ein mánað seinni siga indisku læknarnir við BBC, at Lakshmi er so mikið væl fyri, at hon sleppur heim til foreldrini, sum búgva í Bihar.

 

Men Lakshmi skal aftur á sjúkrahúsið, tí hon má aftur undir skurð nakrar ferðir afturat seinni.