-Nú kunnu vit vinna tað, sum eftir er, segði John McCain í takkatrøðu síni í nátt, tá tað var greitt, at hann hevði vunnið uppstillingarvalið hjá republikanarunum í Florida.
McCain fekk 36 prosent av atkvøðunum, og næstur honum var Mitt Romni við 31 prosentum. Tann stóri taparin var fyrrverandi New York-borgarstjórin Rudy Giuliani. Hann hevði sett sær fyri at byrja sítt uppstillingarstríð við at vinna í Florida, men endaði væl aftan fyri hinar báðar floksfelagarnar. Eygleiðarar vænta, at hann fer at taka seg burtur úr kappingini nú.
Demokratarnir høvdu eisini uppstillingarval í Florida í gjár, men úrslitið taldi ikki við, tí demokratiski flokkurin hevur boykottað Florida, tí staturin framskundaði uppstillingarvalið. Hillary Clinton var tað einasta demokratiska valevnið, sum var í Florida, og hon vann eisini við 50 prosentum av atkvøðunum. Barrack Obama fekk 30 prosent. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at hóast sigurin hjá Hillary Clinton ikki telur við, var hann ivaleyst ein moralskur stuðul aftan á ósigurin í South Carolina.
McCain á odda
Fyri John McCain hevði sigurin í Florida harafturímóti sera stóran týdning. Hann hevur alla tíðina verið mettur sum tað stóra spurnartekinið, tí í ymsum viðurskiftum hevur hann eina aðra meining enn republikanski flokkurin. Men aftan á valið í Florida má hann metast sum tað av teimum republikonsku valevnunum, sum hevur teir bestu møguleikarnar.
Florida er tann størsti og samstundis tann mest fjølbroytti staturin, sum hevur havt uppstillingarval higartil, og við sigrinum har hevur John McCain sett seg á odda undan tí stóra valdegnum týsdagin í næstu viku.
_______________________________________________________
FAKTA um McCain
Føddur: 29. august 1936
1958: Útbúgvin á herflotaskúlanum. Síðani flogskipari í herflotanum
1967: Skotin niður við flogfari sínum í Vietnamkrígnum og tikin til fanga
1973: Latin leysur og sendur aftur til USA
1982: Valdur í Umboðsmannatingið fyri republikanararnar
1986: Valdur í Senatið