Sovereign Explorer liggur á føroyska landgrunninum, 130 km í ein landsynning úr Føroyum.
At oljuævintýrið er byrjað, gekk sjón fyri søgn hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni, Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í oljumálum og øllum hinum í fylgi teirra, tá vitjað varð umborð á oljupallinum, Sovereign Explorer, hósdagin.
Sovereign Explorer er tann fyrsti oljupallurin, sum setir borin í føroyskum undirgrundina. Tað ger hann fyri Statoil-samtakið, ið umframt Statoil við 35% eisini er umboðað av Phillips Petroleum við 30%, Enterprise við 20% og Veba við 15%.
Fyrsta almenna ferðalagið, sum vitjar oljupall í føroyskum øki, fór av flogvøllinum í Vágum seinnapartin hósdagin. Á odda fyri ferðalagnum stóðu Anfinn Kallsberg, løgmaður og Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum. Afturat teimum vóru eisini m. a. Richard Hubbert, varastjóri í Statoil, Herálvur Joensen, aðalstjóri í oljumálastýrinum, Rúni M. Hansen, stjóri á Statoildeildini í Havn og umboð fyri føroyskar fjølmiðlar.
Sovereign Explorer, ella »Sovex«, sum tey nevna hann í stytting, liggur nærindis bretska markinum, 69 sjómíl úr Akrabergi ? ella 180 km úr Havn.
Tað er Atlantsflog, saman við bretska felagnum, Bristow, sum stendur fyri øllum flutningi út á oljupallar í føroyskum sjógvi. Til endamálið eru tvær stórar tyrlur, sum taka 18 ferðafólk.
Trygdarkrøvini eru sera strong, so alt ferðalagið hjá løgmanni og oljuráðharra Føroya skuldi fyrst á eitt trygdarsekið, ið terminalinum, ið settur er upp í skúrum á flogvøllinum í Vágum. Umframt at fáa at vita, hvussu vit skulu bera okkum at í eini neyðstøðu, skuldu øll í lívdraktir, tí tað krevst á hesum ferðum.
Tað gekk lætt bæði hjá løgmanni og Eyðuni Elttør at sleppa í trongu og strømmu draktirnar, og tað var týðuligt at merkja, at hesir menn hava ferðast á oljupallum fyrr.
Tíðindafólkini, ið fyri fyrstu ferð royndu hetta, høvdu størri trupulleikar at smoyggja seg gjøgnum trongu gummiholini á draktunum.
Ferðin við tyrluni suður á »Sovex« tók slakan tíma, og flogskiparin eftirlíkaði myndafólkunum at sveima kring pallin, so sjónvarp og bløð við hesum kunnu vísa Føroya fólki søguligu myndirnar av pallinum, sum fyrstur borar í føroysku undirgrundina, sum kanska hevur stórt oljuríkidømi við sær.
Teir hava havt borin 941 metrar niðri á botni undir boripallinum, men tá føroyska ferðalagið vitjaði, varð ikki borað. Onkrir trupulleikar við at fáa fest borin á botni vóru, so bíða varð eftir betri veðri.
Hóast veðrið onkuntíð man verða verri í føroyskum sjógvi, so var hann strúkur í vindi upp í hvassan vind hósdagin og aldan var 4-5 metrar.
Hjá Statoil siga teir, at møguleikin fyri at finna olju hesaferð er 30%. Og í oljuleitingarhøpi sigst hetta vera nógv. Útreiðslurnar í sambandi við hesa leitingina eru um 200 milliónir krónur.
Men hví brúka 200 milliónir til nakað, sum er so óvist?
? Tað er júst tí at vit hava brúkt so nógvar pengar, at vit vita, at møguleikin at finna olju er 30% sigur varastjórin í Statoil, Richard Hubbert.
Leitingin hjá Statoil er mett at taka 78 dagar frá 2. juli. T. v. s., at úrslitið skal liggja greitt sunnudagin 16. september, um alt gongur sum ætlað?