Nú er tað bara EB/Streymur sum bjóðar B36 av

Nú tað resta trý umfør av landskappingini í bestu deildini, er tað bara EB/Streymur, ið er orduligur avbjóðari hjá B36, sum framvegis er oddalið.

EB/Streymur hevur í dag vunnið 2-0 í Fuglafirði eftir málleysan 1. hálvleik. Samstundis legði Víkingur á heimavølli óvæntað rygg til 2-1 tap í grannauppgerðini ímóti NSÍ. Víkingur var frammanfyri eftir 1. hálvleik, men so svaraði NSÍ aftur, og eftir lítlari løtu bæði javnaði NSÍ og skoraði sigursmálið.

Úrslitini í Fuglafirði og Gøtu í dag bera við sær, at EB/Streymur er tvey stig aftanfyri Víking, og at Víkingur nú er seks stig aftanfyri toppliðið.

Í 25. umfari hittast EB/Streymur og Víkingur í Streymnesi.

Í botninum stendur rættuliga illa til hjá 07 Vestur. Vágaliðið er á veg úr høvuðsstaðnum og vestur í Vágar við 4-1 tapi. Tað ber við sær, at 07 Vestur er næstaftast og er fýra stig aftanfyri ÍF.

Trivaligi HB sigurin ber við sær, at meistararnir flyta av áttanda og fram á sjeynda pláss.

 

HB-07 Vestur 4-1 (2-0)

1-0: Hallur Hansson 5.

2-0: Símun Samuelsen 18.

3-0: Símun Samuelsen 50.

4-0: Símun Samuelsen 71.

4-1: Holgar Durhuus 90.

 

ÍF-EB/Streymur 0-2 (0-0)

0-1: Pætur Dam Jacobsen 67.

0-2: Leif Niclasen 90.

 

Víkingur-NSÍ 1-2 (1-0)

1-0: Sam Jacobsen br 42.

1-1: Christian Høgni Jacobsen br 49.

1-2: Einar T. Hansen 57.

 

B36 58

EB/Streymur 56

Víkingur 52

NSÍ 35

KÍ 28

B68 26

HB 26

ÍF 25

07 Vestur 21

B71 11

 

25. umfar

Mikudagin 12. oktober

B68-ÍF

EB/Streymur-Víkingur

B71-KÍ

07 Vestur-B36

NSÍ-HB

 

 

---

 

Liðugt

0-2

 

90 min.

0-2

ÍF hevur spent álopsbogan ógvuliga nógv, og tað hevur borið stórar møguleikar til EB/Streym við sær, men støðan er framvegis 2-0 til gestirnar.

 

 

88 min.

0-2: Leif Niclasen 88.

So er avgjørt í Fuglafirði. Eftir fínt innlegg frá Hans Paula Samuelsen tamdi Leif Niclasen sera væl, áðrenn hann sendi bóltin í málið.

 

85 min.

0-1

Bartal Eliasen, sum nú er fluttur fram í álopið, hevur úr spískum havt góða roynd, men René Tórgarð bjargaði sera væl

 

 

75 min.

0-1

ÍF hevur lætt fótin eitt sindur av bremsuni. Høgni Zachariasen, sum í dag er vongverji í vinstru, bjóðar seg nú meiri til í álopspartinum, og tað var eftir innlegg frá honum, at Chris hevði vandamiklan stútara, sum René Tórgarð bjargaði.

Lítla løtu aftaná hevði Bogi Løkin fína skotroynd, men tað varð blokerað til horna.

Aleksandar Jovevic hjá ÍF er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Frank Poulsen.

 

 

70 min.

0-1

Eftir hornasparksinnlegg hevur EB/Streymur lagt seg á odda. Pætur Dam Jacobsen stútaði bóltin á stólpan, haðani hann fór á Karl Løkin og í málið!

 

65 min.

0-0

Andy Olsen hevur loyst Dánjal á Lakjuni hjá ÍF av.

Pauli G. Hansen hevur loyst Daniel Udsen av.

 

60 min.

0-0

Leikgongdin er tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki. Onkrir hálvir málmøguleikar hava verið, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora.

 

Hálvleikur

0-0

Tað hevur gingið sera javnt á. ÍF hevur havt fitta lotið undan í 1. hálvleiki. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at hilnast, tá ið EB/Streymur fer at hava vindin undan.

 

40 min.

0-0

EB/Streymur hevur havt góða roynd eftir horna frá Hans Paula Samuelsen. Gert Hansen tveitti seg fram og stútaði, men bólturin fór beint á Jákup Mikkelsen, sum bjargaði, og lítla løtu seinni var Leif Niclasen púra leysur eftir langt innkast, men Jákup Mikkelsen bjargaði sera væl.

 

35 min

0-0

Hóast tað framvegis er málleyst, so eru spentar støður. Dánjal á Lakjuni hevur verið eyðsýndur í álopsspælinum, og tvær ferðir hevur hann verið tætt við, uttan at tað hevur eydnast at fáa kós ímóti málinum.

 

30 min.

0-0

Sera undirhaldandi. Tað gongur skjútt úr øðrum endanum og aftur í hin. Higartil hevur ikki verið talan um stórar málmøguleikarnar.

 

25 min.

0-0

Hóast EB/Streymur hevur havt leikliga yvirvág, og gestirnir hava verið vandamiklir í brotsteiginum, so er tað framvegis málleyst.

 

 

10 min.

0-0

ÍF hevur fríska lotið undan, og heimamenninir hava longu roynt seg fleiri ferðir við skotum úti frá, uttan at tað hevur verið vandamikið hjá René Tórgarð.

 

ÍF-EB/Streymur kl. 15.00

Dómari:

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevic, Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Saric - Chris Muomaife

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Sorin Anghel, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Tað varð ikki roknað við, at Chris Muomaife, toppskjúttin hjá ÍF, fór at verða førur fyri at spæla, men hann er í ÍF álopinum.

 

---

 

Liðugt

4-1

 

90 min

4-1: Holgar Durhuus 90.

Eftir innlegg úr høgru hevur Holgar Durhuus við góðum stútara minkað um munin.

 

 

70 min.

4-0: Símun Samuelsen 70

Innskifti Kristin R. Mouritsen hevur verið rættuliga eyðsýndur, og tað var hann, sum átti næstsíðsta fótin á.

 

 

60 min.

3-0

Hóast HB ikki enn hevur økt um leiðsluna, so er heimaliðið greitt omaná. Hjá 07 Vestur sær ikki gott út. Vágamenninir hava ikki nógv at bjóða uppá, og tað er als ikki tann tyngdin í hjá teimum, sum var síðstu løtuna undan steðginum.

 

 

48 min.

3-0: Símun Samuelsen 48.

Eftir langt útspark undan vindinum frá Teiti Gestson tamdi Símun Samuelsen bóltin framúr væl, og við skoti av brotsteigarmarkinum setti hann bóltin í málið.

 

46 min.

2-0

07 Vestur hevur sett Ragnar Nattestad inn í staðin fyri Jens Erik Rasmussen.

Eftir steðgin hevur 07 Vestur fríska lotið ímóti.

 

Hálvleikur

45 min.

2-0

Stutt undan steðginum hevur HB skift út: verjuspælarin Rógvi Holm er farin av vøllinum, og í staðin fyri hann er komin framrættaði Kristin R. Mouritsen.

 

 

 

40 min.

2-0

07 Vestur hevur roynt at svara aftur, og vágamenn hava verið framvið nakrar ferðir, uttan at tað hevur eydnast at skora. Serliga er tað Clayton Soares, sum hevur verið framvið.

 

 

20 min.

2-0: Símun Samuelsen 18.

HB fór í skjótt álop, bólturin varð spældur diagonalt í vinstru til Símun Samuelsen, sum royndi at leggja innfyri, og bólturin datt umvegis stólpan og í málið.

Málmunurin og spælbýtið bendir á, at tað verður sera torført hjá 07 Vestur!

 

HB hevur lagt bragdliga fyri í Gundadali. Longu í 5. minutti var tað Hallur Hansson, sum setti bóltin í málið aftanfyri Hans Jørgensen, sum í dag verjir 07 Vestur málið.

 

HB-07 Vestur kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

HB: Teitur Gestson – Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Fróði Benjaminsen, Jógvan Rói Davidsen - Hanus Thorleifsson, Tróndur Jensen, Hallur Hansson, Pál Joensen, Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum

07 Vestur: Hans Jørgensen – Torstein Mýlingstind, Kingsley Amunike, Tehé Aristidé, Holgar Durhuus - Dánjal Rói Olsen, Jovan Panic, Joseph Bassene, Badara - Jens Erik Rasmussen, Clayton Soares

 

---

 

Liðugt

1-2

 

 

85 min.

1-2

NSÍ hevur spælt við fullari ferð, og tað hevur verið torført hjá heimaliðnum at spæla seg til málmøguleikar. Miðverjin Atli Gregersen hevur eina løtu verið í fremstu røð, men tað hevur einki broytt upp á støðuna.

 

60 min.

1-2

Eftir lítlari løtu hevur NSÍ rættuliga svarað aftur. Teir av Skálafjørðinum hava skorað tvey mál. Fyrst umsetti liðformaðurin Christian Høgni Jacobsen brotsspark til mál, og síðani stútaði vinstri vongverjin, Einar T. Hansen, bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.

NSÍ hevur fólkið væl longri frammi á vøllinum enn í 1. hálvleiki, og talan er um heilt aðra mynd, enn tað var seinna partin av 1. hálvleiki.

 

 

Hálvleikur

45 min.

1-0

Heimaliðið hevur sett seg alt meiri á spælið, og víkingarnir royna at seta ferðina upp. NSÍ tykist ikki so áhugað í at leikferðin er so høg. Teir gulu og svørtu taks sær góða tíð í sambandi við deyðbóltsstøðurnar.

 

 

40 min.

1-0: Sam Jacobsen br

Víkingur hevur í góða løtu verið omaná, og teir hava havt málmøguleikar. Brotssparkið varð dømt ímóti Andras Gango, sum feldi Finn Justinussen.

Hjá NSÍ er Mamuka farin skaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Ari Ó. Ellingsgaard.

 

 

20 min.

0-0

Heimaliðið hevur havt meiri spæl, men higartil hevur tað ikki verið serliga vandamikið.

 

Víkingur-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Evrard Ble, Niclas Nicalsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Finnur Justinussen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Fritleif í Lambanum, Einar T. Hansen - Mamuka, Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen, Debes Danielsen - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen