Nú er tað álvari

Fyrstu ferð rockbólkurin Mind´s Eye fer at spæla alment, verður hvør tóni sendur beinleiðis í Útvarpin-um. Ungu menninir lata seg ikki órógva av hesum, tí teir hava fyrireikað seg sera væl

Klaksvíkbólkurin Mind´s Eye hevur ongantíð spælt alment ? enn.
Tónleikararnir hava spælt saman í fleiri ár, og seinastu mánaðirnar hava teir vant sera ídnir. Men framvegis bíðar fyrsta almenna framførslan fyri framman.
Og hon verður leygarkvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Høvið er størsta tónleikatiltakið í Føroyum, pallurin er í kanska best egnaða húsinum til slíkan tónleik í landinum, og hvør tóni verður varpaður beinleiðis út til Føroya fólk gjøgnum Útvarpið.
? Tíbetur er tað ikki bein-leiðis í Sjónvarpinum, sigur Palli Klein, sum er annar av gittarspælarunum í bólkinum.
Teir vita, at uppgávan er stór, men teir lata seg ikki taka av fótum, tí teir hava fyrireikað seg sera væl til kappingina leygarkvøldið.
? Síðani vit teknaðu okkum til, hava vit vant sera nógv. Summar vikur hava vit vant so at siga hvønn dag, og vit kenna á okkum, at vit eru klárir at fara á pallin, sigur Palli Klein.
Fleiri ár á baki
Mind?s Eye hevur ein langa forsøgu, hóast fá munnu kenna nakað til bólkin ? enn.
Tað byrjaði fyri meira enn seks árum síðani, tá ið Hans við Neyst og Regin Mortensen fóru at spæla saman. Tá vóru ljóðførini ikki tey somu, sum tey eru í dag, men teir tímdu væl at spæla. Tá ið ljóðførini síðani vóru skift út, og aðrir eisini fóru at spæla saman við teimum, fór ein rockbólkur at taka skap.
Teir spældu í fleiri ár uttan sangara. Jammaðu. Høvdu ikki so stórar planir, men høvdu stóran hug at spæla saman.
Eina tíð sluppu teir fram at í gomlu ungdómshúsunum í Klaksvík, og tað hildu teir vera sera spennandi. Men so steðgaði upp hjá teimum, og tað gekk mest sum eitt ár, áðrenn teir aftur fóru at spæla saman.
Høli mangla
Ein høvuðsorsøk til steðgin var, at teir høvdu einki høli at spæla í.
? Vit leitaðu allastaðni, spurdi okkum fyri, men einki bar til. Vit høvdu næstan givið upp, tá ið tað endiliga eydnaðist at finna eini høli at venja í, sigur Palli Klein.
Heldur tú, at vantandi høli forða fleiri bólkum í Klaksvík at spæla?
? Tað forðaði í øllum førum okkum í fleiri ár, og eg veit eisini um aðrar bólkar, sum ikki hava serliga góðar umstøður at venja í. Eg veit eisini um ungar tónleikar, sum kundu hugsa sær at spæla saman, men sum ongastaðni hava at venja.
Skrivað nýggjar sangir
Tað var fyri einum hálvum ári síðani, at teir rættiliga fóru at spæla saman aftur, og nú var ein sangari eisini komin upp í leikin.
Tankin um tekna seg til Prixið fór at gera um seg, men teir mistu mótið, tá ið trummuspælarin fór burturúr. Men teir kláraðu at fóta sær. Nýggjur maður varð boðsendur, og so bar aftur til.
? Tá vit teknaðu til Prix Føroyar høvdu vit ongan lidnan sang. Seinastu fýra mánaðirnar hava vit gjørt sangirnar, sum vit fara at spæla leygarkvøldið, sigur Palli Klein.
Tónleikurin er harður rockur. Er í familju við tann rockin, sum ungfólk lurta eftir í dag.
? Vit vóna, at fólk fara at taka væl ímóti okkum, og at nógv av teimum, sum vit kenna, fara at lurta og stuðla okkum. Tað fer at gera uppgávuna lættari, um vit síggja kend andlit millum áhoyrararnar, heldur Palli Klein.