Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
-------
Kommunurnar eiga at fáa heimild at gjalda sín part av barnaansingini til foreldrini.
Um dagarnar eru pædagogarnir farnir í verkfall. Kanska var ikki annað væntandi, tá hugsað verður um retorikkin á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðssteðgurin er tó í fullum samsvari við verkfalsrættindini. Í so máta er einki nýtt undir sólini.
Kortini raka arbeiðssteðgir sum oftast summi meinari enn onnur og avdúka eisini stirvni í skipanunum á arbeiðsmarknaðinum.
Verkfallið á ansingarstovnunum er einki undantak. Foreldur eru í trongstøðu og kommunurnar hava lítlan møguleika at veita eina hjálpandi hond, uttan kanska at steðga ansingargjaldinum, so foreldrini sleppa undan at rinda fyri óvirkna barnaansing.
Glottar
Men kanska eru glottar í sjónarringinum.
Í samgonguskjalinum er felt niður, at “Fyri at foreldur betur kunnu leingja barnsburðarfarloyvi, eigur at verða heimilað kommununum at rinda partar av stovnsplássi til foreldrini, velja tey at ansa egnum barni/børnum heima”.
Fremur samgongan henda setning merkir tað, at tað verður heimilað kommununum at gjalda sín part av barnaansingini til foreldrini.
Hetta fer at smidliggera alla ansingina og foreldrini fáa reellar valmøguleikar. Tey kunnu velja sjálvi at ansa egnum børnum ella at lata kommunalu ansingini uppgávuna.
Sum er kunnu kommunurnar ikki veita foreldrunum henda møguleika. Tí eigur landsstýrið skjótast at fyrireika lógarbroytingar í samsvari við samgonguskjalið, sum fara at fjøltátta valmøguleikarnar hjá foreldrunum, samstundis sum kommunurnar kunnu smidliggera alt barnaansingarøkið.