Nú er uppgávan hjá Jákupi Martin stór

EB/Streymur er í nýggjari støðu. Liðið hevur tapt stórt tvær ferðir og tað er ólíkt sundalandsmonnum

Í dag verður ein dystur í 16. umfari í Betri deildini hjá monnum. Hann er millum TB og EB/Streymi og verður við Stórá klokkan 15. In.fo hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Tríggir dystir í 16. umfari vóru í miðvikuni, og tann fimti dysturin – Skála-B36 – bleiv útsettur vegna koronu.

Gestirnir úr sundalagnum eru í mótvindi. EB/Streymur hevur tapt 6-0 og 7-0 tveir teir seinastu dystirnar. Hetta er ólíkt EB/Streymi undir leiðsluni av Jákupi Martin Joensen. Í hesum kappingarárinum hevur størsta tapið verið við trimum málum, og gongdin hevur peikað rætta vegin. Í fjør var ein smekkur á 8-1 tíðliga í kappingarárinum móti NSÍ, meðan 5-0 og 4-0 ósigrar komu móti kappingarenda, tá tað longu var greitt at sundalagsmenn fóru ikki at flyta niður.

Um ólavsøkuna vann EB/Streymur 2-1 á Skála og kom upp á tíggju stig. Hetta var eftir eitt tíðarskeið við tveimum góðum dystum móti NSÍ, og nøkur góðkendum avrikinum móti millum annað HB og Víkingi, hóast EB/Streymur stóð eftir við ongum.

Seinastu tveir dystirnar hava tó verið taptir greitt. 6-0 móti Víkingi og 7-0 móti KÍ. Hetta er ein gongd við síggja aðrastaðni í kappingini eisini. ÍF og Skála hava eisini tapt stórt móti KÍ, meðan HB vann heili 11-0 á AB.

##med2## 

Jákup Martin Joensen hevur tó nakrar mans at velja í millum, tí bæði Petur Zachariassen og Árni G. Olsen eru tøkir aftur eftir skaða. Fannhard A. Skoradal er tó fluttur av landinum. Vinnur EB/Streymur í dag, so telja stórtapini lítið, tí sundalagsmenn leggja sjógv millum seg og hini liðini í niðurflytingarstríðnum. Seinast liðini møttust vann EB/Streymur 2-0 við Margáir.

Betri deildin 16. umfar:

Týsdagin 11. august:

KÍ-ÍF 6-0

Mikudagin 12. august:

HB-AB 11-0

NSÍ-Víkingur 1-2

B36-Skála (Útsettur)

Sunnudagin 16. august:

TB-EB/Streymur (15.00)

Nr.LiðDMMS
1.HB174046
2.173841
3.B36162937
4.NSÍ171835
5.Víkingur16826
6.ÍF16-1420
7.EB/Streymur15-2710
8.TB15-157
9.AB17-387
10.Skála16-392