Næstbesta liðið hjá NSÍ hevur í dag tryggjað sær fyrstu stigini. Harvið eru øll tíggju liðini í næstbestu deildini komin á stigatalvuna.
Tað gjørdi næstbesta liðið hjá NSÍ, tá ið teir í Streymnesi vitjaðu næstbesta liðið hjá EB/Streymi.
NSÍ vann 4-1, eftir at gestirnir eftir hálvan leik vóru á odda við einum máli.
Tá ið NSÍ vitjaði á Argjum mitt í vikuni, skoraði unglingaspælarin Øssur Dalbúð tvey mál. Tað gjørdi hann aftur í dag. Øssur setti hol á eftir tvær ferðir kontra í brotsteiginum, tá ið eitt korter var farið.
Eftir steðgin javnaði Tony Kruse beinanvegin fyri EB/Streym, men tað var skjótt, at Øssur Dalbúð svaraði aftur. Hesa ferð var tað við góðum fluktskoti av brotsteigarmarkinum, eftir at Dánial Hansen hevði spælt hann leysan.
Miðvallarin Jann Martin Mortensen økti til 3-1. Málverjin fór út ímóti Filipi Jacobsen, sum úr høgru legði upp á tvørs til unglingaspælaran, sum var púra leysur.
Pól Jóhannus Justinussen staðfesti trygga sigurin, tá ið hann eftir framlegging úr høgru tamdi bóltin og sendi hann í málið.