Nú eru motorsúkklurnar bíligari

Hjá teimum sum dáma væl motorsúkklur, er gott nýtt at frætta, tí 1. januar lækkaði skrásetingargjaldið við 75 prosentum. Ein av spennandi motorsúkklunum er Suzuki M1800R, sum fær heitið SuperCruiser frá motorjournalistum

Hóast sølan av motorsúkklum í Føroyum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, rokna motorsúkkluhandararnir við, at gongd av álvara kemur á søluna, nú skrásetingargjaldi upp á motorsúkklur eru farin úr 125 prosentum niður í 50 prosent frá 1. januar 2006 at rokna.

Anders Berg frá MC-Søluni sigur, at ein motorsúkkla sum fyrr kostaði umleið 200.000 krónur, nú liggur um eini 130.000 krónur. Hann væntar, at hetta kemur at hava við sær, at tey flestu nú heldur keypa sær eina nýggja motorsúkklu í staðin fyri eina góða brúkta.

Ein av spennandi nýggju motorsúkklunum sum er á veg á marknaðin er Suzuki cruisarin M1800R við sera flottum og nútímans designi, sum samstundis minnir um motorsúkklurnar frá 50-unum.

Súkklan tekur seg væl út við stóru dupultu útstoytunum og ekstremt breiða bakdekkinum. Instrumentir við LCD-display og analogum speedometri, sum eisini er í besta retro-stíli.

Motorurin er ein 2-syl. við 1783 kubikkum og nýggjum framkomnum ventilsystemi og knastakslum. Súkklan hevur eisini elektroniska innspræning.
Suzuki hava enn ikki avdúkað hvussu nógvar hestakreftir motorurin hevur, men roknað verður við umleið 100 hestum. Suzuki M1800R er í sama klassa sum t.d. Honda VTX, Kawasaki VN2000 og nýggja Yamaha XV1900.

Motorjournalistar kalla súkkluna fyri eina "SuperCruiser", tí samstundis sum hon er sera sportlig, eru koyrieginleikarnir eisini gjørdir til langar túrar, t.d. tvørtur um alt USA, um tað so skal vera.

Á heimasíðuni hjá MC-Søluni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður.

MC-Sølan selur bæði skutarar, motorsúkklur og hópin av MC-útgerð. Fyritøkan umboðar eisini sponsku Derbi, taiwansku PGO, og italsku Piaggio og Gilera skutararnar. Motorsúkklunar teir umboða eru italsku Ducati og japansku Kawasaki og Suzuki. Eisini fáast t.d. hjálmar, stivlar, handskar, jakkar, draktir í ymiskum kendum merkjum sum t.d. "Rukka," "MP-ASU," "Frank Thomas," "Spyke," og "Alpinestars". Allir vanligir eykalutir til skutarar og motorsúkklur eru á goymslu og stórt úrval av Michelin, Mezeller og Pirelli dekkum.


Suzuki M1800 R

Motorurin2-syl. v-motor 4-ventilar / 1783 kubikk


DekkstøddFramman 130/70ZR-18
Aftan 240/40ZR-18

Seturhædd 70,0 cm

Eginvekt315 kg

Prísurkr. 129.830,-

SøluumboðMC-Sølan
Skemmingsgøta 23
FO-100 Tórshavn
Tel. 315674 / 216300
www.mc-solan.fo