Tað er nú greitt, at samráðingarnar ímillum Sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið um ein nýggjan sáttmála, eru endaðar úrslitaleysar.
Eftir drúgvar samráðingar vórðu semingsmenninir boðsendir næstseinasta fríggjadag og síðani hava teir roynt at finna semju. Týsnáttina varð loksins eitt semingsuppskot lagt fyri partarnar og teir fingu freist til seinnapartin í dag at svara.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at semingsuppskotið er vrakað. Hann hevur tosað við partarnar síðani, men niðurstøðan hjá teimum er, at semingsroyndin er endað.
Enn er óvist, hvat fer at henda, tí tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á forkvinnuna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Men tað er greitt, at tað eru sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum hava vrakað semingsuppskotið og nú viðgera tey støðuna