Í juli mánað í ár vóru 28.150 løntakarar í Føroyum. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Hetta er fyrstu ferð, at talið á løntakarum fer upp um 28.000 í Føroyum, og sostatt er talan um nýtt met.
Tað var vóru 28.150 løntakarar í Føroyum í juli í ár, merkir, at tað vóru 650 løntakarar fleiri í juli í ár enn tað vóru í juli í fjør.
Hagstovan sigur, at annars er juli vanliga tann mánaðurin í árinum, har tað eru flest løntakarar. Men tey siga eisini, at gongdin vísir, at alsamt fleiri løntakarar leggjast afturat.
Men tølini vísa eisini, at tað eru væl fleiri mannfólk, sum eru í arbeiði enn tað eru konufólk. Í juli vóru 14.650 menn til arbeiðis í Føroyum og 13.500 kvinnur, er munurin ímillum kynini er heldur vaksin, enn hann er minkaður hesi seinastu árini.
Nógv teir flestu føroyingar arbeiða í tænastuvinnum, bæði almennum og privatum. Tilsamans eru gott og væl 10.000 løntakarar í almennum tænastuvinnum og 9.300 fólk arbeiða í privatum tænastuvinnum.
Í byggivinnuni arbeiða 4.500 fólk og 4.300 arbeiða í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu, sigur Hagstovan.