So hvørt sum samfelagið hevur ment seg til eitt vitanarsamfelag, ella upplýsingarsamfelag, er tørvurin á kunning og samskifti vaksin samsvarandi.
Opinleikin og gjøgnumskygni vorðið eitt beinleiðis krav í dag, og tí mugu ráð, stovnar og aðrar almennar fyrisitingar tillaga seg at virka í hesum veruleika. Tað er orsøkin, at Landsverk er farið undir nýggja blaðútgávu. Endamálið við blaðnum, sum nevnist STATUS, er júst gera status yvir tey mongu virkisøkini, sum Landsverk hevur ábyrgd av í føroyska samfelagnum.
Tað vísir Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverk á, í grein, sum hann hevur skrivað í blaðnum.
- Vit skulu bara nakrar fáar mánaðir aftur í tíðinda fyri at finna eitt dømi um, at partar av byggivinnuni góvu almenninginum ta skeivu fatan, at meðan privatu veitararnir í byggivinnuni vórðu noyddir at skerja sítt virksemi og siga fólk úr starvi, so gjørdi Landsverk tað øvugta. Nevnliga setti nýggja starvsfólk. Nú er tað einaferð soleiðis, at starvsfólk koma og fara, men sum á einum hvørjum øðrum arbeiðsplássi, so hevur á Landsverki bara verið talan um at seta nýggja starvsfólk, tá onnur eru farin úr starvi, skrivar Oyvindur Brimnes, stjóri.
Blaðið kann lesast »HER«