Svimjing: Nú ÍSF og Svimjisambandið hava fingið avtalu í lag við danska ítróttarsambandið, danska svimjisambandið, altjóða olympisku nevndina og altjóða svimjisambandið um, at føroyskir svimjarar kunnu umboða Danmark á olympiskum leikum, kann Pál Joensen sleppa til OL í London í 2012, um hann annars klárar kravtíðirnar.
– OL er tað allarstørsta fyri ein svimjara, og tað er kappingin, sum øll satsa uppá. Eisini fyri meg er tað størsta at koma til OL, so nú kann eg endiliga hava tað sum eitt mál, sigur Pál Joensen, ið sær tað sum ein ordiligan lætta, at sleppast kann undan karantenuni, ið fyri hann vildi merkt, at hann ikki kundi svomið altjóða kappingar fyri Føroyar í eitt ár áðrenn og eitt ár aftan á OL.
– Henda loysnin ger, at eg havi sama møguleika sum onnur, tí tað havi eg ikki havt frammanundan. Eg havi verið niðan fyri ta gomlu kravtíðina til OL, so fyri meg er OL í London í 2012 nú ein realistiskur møguleiki, eg kann fara eftir.
Undir danskt flagg
Føroyar hava altjóða limaskap í altjóða svimjisambandinum, FINA, so til allar kappingar undir FINA er Pál Joensen við sum føroyskur svimjari og umboðar Føroyar. Men olympisku leikirnir eru ikki undir FINA, so av tí at Føroyar enn ikki hava fingið olympiska viðurkenning, kann Pál ikki fara til OL sum føroyskt umboð, men bara undir donskum flaggi.
– Fyri meg er tað altíð nógv tað størsta, at eg kann umboða Føroyar í altjóða kappingum. Men í OL ber tað tíverri ikki til, so skal eg við til størstu kappingina av øllum, má tað vera sum partur av danska landsliðnum. Hitt er ikki ein realistiskur møguleiki nú, so eg má bara vera glaður fyri tað, eg kann fáa, sigur Pál Joensen, ið viðgongur, at hann kanska onkuntíð fyrr hevur verið nakað avgjørdur, tá tað hevur snúð seg um at svimja undir donskum flaggi.
– Nøkur fólk verða kanska nokk so kedd av tí, at eg skal svimja fyri Danmark, men tað má eg bara taka, sum tað kemur, sjálvt um eg komi at hoyra fyri tað. Hetta er mín stóri dreymur, og eg má bara liva við, at tað er fyri Danmark. Men vónandi fái eg smoygt Merkið inn ímillum onkrastaðni.
Pál Joensen sigur seg somuleiðis vóna, at hann í OL-høpi kann gerast eitt jarnbrot fyri føroyskari olympiskari viðkenning, og hann vónar, at henda nýggja loysnin ikki ger, at arbeiði við at vinna Føroyum olympiska viðurkenning steðgar.