Nú fær Norröna eisini stabilitet

Smyril Line hev­ur leingi havt trupul­leikar við stabili­tet­inum. Herfyri bleiv tann fíggjarligi stabiliteturin fingin upp á pláss, og nú verður Norrøna eisini stabiliserað

Smyril Line hevur leingi havt trupulleikar við stabili­tetinum. Herfyri kom tað al­menna upp í felagið sum fíggjarligur stabilisatorur. Góðar 30 milliónir krónur í hvørt borðið skuldu tryggja reiðarínum fíggjarligan sta­bilitet frameftir.

Felagið hevur eisini havt trupulleikar við stabilitet­in­um á sjónum, og stundum hevur Norrøna siglt í mán­aðir við svikaligum stabili­satori. Men nú verður sta­bili­teturin eisini tryggjaður á sjónum. Smár 10 milliónir krónur í hvørt borðið skulu tryggja skipinum stabilitet.

Síðani 4. januar hevur Norrøna staðið í dokkini hjá Buhm & Voss í Ham­burg. Høvuðsørindini eru at skifta stabilisatorarnar út. Ístaðin fyri teir gomlu 12 fermetrar stórur stabili­satorarnar eru tveir 15 fer­metrar stórir settir í skipið, og hóast munurin ikki ljóð­ar av nógvum, gera teir tríggir fermetrarnir góðan mun, sigur Pauli Joensen, sum sjálvur annar er farin úr Jónas Broncksgøtu til Ham­burg at fylgja við ar­beiðinum har.

Sama sum Mærsk

Teir upprunaligu stabili­sator­arnir á Norrønu vístu seg ikki at halda. Men vit kundu sagt hesa somu søg­una um fleiri onnur stór skip, sum hava havt sama trupulleika.

Tvær ferðir hevur Norrøna verið í dokk fyri at umvæla stabilisatorarnar, men báðar ferðirnar eru teir farnir aftur.

Seinast var tann tiltikna illveðurstúrin úr Bergen til Føroya tann 11. november í 2007, tá skipið brádliga kom í rættiliga ringan sjógv. Tá stóð ov nógv á stabili­satorunum, og endin varð, at tann í stýriborðssíðu fór. Í februar í fjør var skipið í dokk og fekk stabilisa­tor­ar­nar umvældar, og síðani hava báðir verið virknir.

Men nú hevur reiðaríið valt at binda um heilan fing­ur og at seta nýggjar stabili­satorar í skipið. Hesir eru av slagnum Sperry Marine og eru gjørdir í Japan, og á Smyril Line halda tey seg hava funnið ta røttu loysn­ina.

– Fleiri stór skip hjá eitt nú Mærsk brúka hesar stabili­­satorarnar, og teir hava víst seg at rigga væl, sigur Pauli Joensen.

Men góðska kostar peng­ar, og tað kostar millum 15 og 20 milliónir krónur at seta teir nýggju stabili­sator­arnar í skipið.

Esbjerg fyri Hanstholm

Nú Norrøna er í dokkini í Hamburg, hevur reiðaríið nýtt høvi til at hava fimm ára sýn við skrúvunum. Har­afturat eru botnurin mál­aður, og bildekkið er eisini málað.

Hinvegin er einki plátu­arbeiði at gera, tí botnurin hevði ongan skaða fingið av nøkrum slagi.

Norøna fer aftur í sigling úr Hanstholm tann 24. jan­uar, og vikuna eftir byrjar siglingin til og úr Esbjerg, og hagar fer skipið at sigla, til summarsiglingin byrjar.