Um ein mánaða verður nýggj ferðaætlan fyri bussarnar í Tórshavnar kommunu tikin í nýtslu. Nýggja ferðaætlanin hevur fleiri broytingar við sær, sum geva grundarlag fyri, at tað nú verður lættari at liva í Tórshavnar kommunu uttan bil.
Tann allarstørsti munurin er, at nú fara bussarnir at koyra allar dagarnar í vikuni – eisini leygardag og sunnudag.
Soleiðis verður koyrt um vikuskiftið:
Leygardag koyra allar leiðirnar eina ferð um tíman frá klokkan 9.45 til umleið 22.30. Tilsamans 13 túrar á hvørjari leið.
Sunnudag koyra allar leiðirnar eina ferð um tíman frá klokkan 9.45 til umleið 20.30. Tilsamans 11 túrar á hvørjari leið.
Til bygdirnar í kommununi vera tað 10 túrar hvønn dag mánadag til fríggjadag. Leygardag vera 4 túrar, og sunnudag vera tríggir túrar.
Tvær høvuðsleiðir
Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá Býráðnum, sigur, at nýggja ferðaætlanin fer burtur frá tí hugburði, at koyrt verður allastaðni hvønn 20 minutt. Í staðin fyri verður støði tikið í ferðafólkamynstrinum.
Tí vera tað tvær høvuðsleiðir, sum koyra 15. hvønn minutt og tvær síðuleiðir, sum koyra hvønn 30. minutt. Um kvøldið frá klokkan 18.00 til umleið 22.30 verður koyrt eina ferð um tíman allastaðni.
- Leiðirnar eru lagdar soleiðis, at koyrt verður í mest møguliga mun í beinari linju fyri at stytta um koyritíðina, so at tey ferðandi skulu koma so skjótt fram sum møguligt, sigur Jákup Dam.
Nýggj leið: Marknagilsleiðin
Ein heilt nýggj bussloysn verður eisini til veruleika nú, nevniliga Marknagilsleiðin. Hendan leiðin fer at koyra soleiðis: miðbýurin – skúlarnir – ítróttarøkið í Gundadali – miðbýurin. Koyrt verður allar skúladagar frá klokkan 7.30 til klokkan 16.00; tilsamans 26 túrar um dagin.
- Havandi í huga miðsavningina av Skúlanum á Fløtum, Musikkskúlanum, Glasi og tí ovurstóru mongd av ferðandi næmingum, lærarum og øðrum, er neyðugt við einari bussloysn afturat, sigur Jákup Dam.
Royndarskipan
Hetta verður ein royndarskipan, sum verður galdandi í eitt ár, og sum verður brúkt sum grundarlag fyri einari nýggjari Bussleið, tá hon verður boðin út í 2020. Nýggja ferðaætlanin verður tikin í nýtslu 1. apríl.
Tað er felagið COWI, sum hevur gjørt skrokkin í uppskotinum til nýggju ferðaætlanina. COWI hevur sera drúgvar royndir og hevur í nógv ár arbeitt við kollektivari ferðslu í Norðurlondum. M.a. hava teir brúkt tvær brúkarakanningar sum grundarlag fyri nýggju ferðaætlanini. Í samráð við verandi veitara, Gundur´s Bussar, eru tó smávegis tillagingar gjørdar til endaligu ferðaætlanina.