Tey smáu eru hennara hjartamál og millum tey hevur hon verið meginpartin av sínum lívi. Sólgerð á Rógvi Olsen, ið er ættað úr Vestmanna, hevur seinastu 25 árini verið leiðari á vøggustovuni við Velbastaðvegin. Áðrenn starvaðist hon í vøggustovuni hjá Nunnunum í fimm ár, og á Barnaheiminum í trý ár.
- Eg havi verið ógvuliga glað fyri arbeiðið, at arbeiða millum børn og at skapa góðar umstøður fyri børnini. Børn og trivnaður hjá børnum eiga mín hægsta prioritet, og hava tey tað gott, havi eg tað gott, sigur Sólgerð á Rógvi Olsen.
Skúli av tí gamla slagnum
Í 1960 tók Sólgerð á Rógvi Olsen útbúgving sum statsautoriserað barnapleyerska sum tað tá æt. Útbúgvingin var tá skipað sum kvøldskúli, har tey lesandi arbeiddu um dagin á stovnum fyri børn. Útbúgvingin hevur ikki bert broytt navn, men hevur eisini fingið nýtt innihald.
- Júst um hesa tíðina, í 60-unum, hendi so øgiliga nógv á hesum økinum. Mammur fóru í stórum tali út á arbeiðsmarknaðin, nógvir dagstovnar til børn komu, og ymisk rák innan børn og trivnað hjá børnum komu.
- Børn eru sum tey altíð hava verið, men kanska eru børnini í dag fríari og ósmædnari í mun til fyrr. Hví veit eg ikki. Kanska er tað tí, at flest børn eru millum onnur á dagstovni, har fleiri starvsfólk taka sær av teimum og tey verða stuðlað í at tosa frítt. Børn hava fleiri møguleikar í dag, fleiri tilboð, og stovnarnir í dag eru eisini nógv betri enn fyri. Ikki minst tí, at fleiri útbúnir pedagogar eru, sigur Sólgerð á Rógvi Olsen.
Lítið uppbyggjandi
Sólgerð á Rógvi Olsen vil ikki so fegin gera viðmerkingar til kjakið, sum í løtuni er um børn, barnaansing, bíðilista og annað í hesum sambandi.
- Hetta kjakið er so negativt og er lítið uppbyggjandi. Eg skilji væl, at tað er nógv frammi í fjølmiðlunum, men eftir mínum tykki ger tað meiri ónáðir enn gagn, tí tað setir tað týdningarmesta, nevniliga trivnaðin hjá børnum, til viks og í bakgrundina. Eisini hesar kanningarnar, ið verða gjørdar. Vit eiga ikki at stara okkum blind á tað, sum tær koma fram til. Eisini fakfólk eru ósamd um nógv. Sum útgangstøði eiga vit altíð at taka støði í tí einstaka barninum og út frá tí meta, hvat er best fyri tað. Foreldur fáa ringa samvitsku av kanningunum og verða kedd, men veruleikin er, at tey eru noydd at arbeiða úti og at koyra børnini á dagstovn. Eg haldi, at føroysk foreldur hugsa nógv um, hvussu børn teirra hava tað, serliga fyrstu barnaárini, og eru ógvuliga tilvitað um ymisk viðurskifti, ið nema tey.
- Mítt ynski er, at børn og trivnaður hjá børnum, verða hægri raðfest av landsins myndugleikum. Íløgur, ið verða gjørdar í børnini og umstøður teirra, koma fleirfaldaðar aftur í føroyska samfelagið. Sum er haldi eg ikki, at børn og smábarnafamiljur verða nóg høgt raðfest.
Stórur partur av lívinum
Nú hevur Sólgerð á Rógvi Olsen so valt at leggja frá sær eftir 25 ár sum leiðari á vøggustovuni. Hesa avgerðina hevur hon tikið fyri umleið tveimum árum síðani, og tí hevur hon vant seg við hana.
- Eg verði 64 ár í heyst. Hetta er eitt krevjandi og týðandi arbeiði, og eg ynski at vera væl fyri. Fyri langari tíð síðani gjørdi eg av við meg sjálva, at tá ið eg kendi, at kreftirnar fóru at ganga undan, skuldi eg gevast. Tann tíðin er so komin nú, men tað er kortini við ikki sørt av sorgblídni at eg fari, tí hetta er jú ein stórur partur av mínum lívi. Sjálvsagt fari eg at sakna børnini og starvsfólkini. Eg havi arbeitt millum nógv dugnalig starvsfólk øll árini, tey hava støðast væl, og vit hava verið so heppin, at fleiri útbúnir pedagogar hava verið og eru her, sigur Sólgerð á Rógvi Olsen, ið leggur afturat, at hon vónar at síggja fleiri teirra á móttøkuni, sum verður leygardagin í vøggustovuni í sambandi við, at hon fer frá.
- Hvat eg fari at gera, tá ið eg eri farin frá, veit eg ikki. Eg fái í øllum førum nóg mikið av tíð til alt.
Vøggustovan við Velbastaðvegin er normerað til 40 børn. Fýra stovur eru á stovninum við hvør sínum hálvum triðja starvsfólki. 1. juli byrjar Inga Maria Sørensen av Argjum í starvinum sum leiðari á vøggustovuni.