Ónøgd um leikvøllin til Europa League-finaluna

Viðhaldsfólkini hjá Liverpool eru ónøgd um leikvøllin, ið skal hýsa Europa League-finaluni.

Í gjár stóð at lesa á in.fo, at Madrid-feløgini bæði, ið skulu spæla í Champions League-finaluni, Real og Atlético, eru ónøgd um atgongumerkjabýtið til finaluna, har feløgini fáa 18.000. atgongumerki í part til dystin, sum verður spældur á San Siro í Italia, ið rúmar 80.000. áskoðarum. Kravt verður, at evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, tillutar fleiri atgongumerki til Madrid-feløgini.

 

Les eisini: Heldur stuðlar enn veruligar fjepparar

 

Nú ljóðar, at tað eisini er ónøgd um leikvøllin, ið skal hýsa finaluna í minnu, evropeisku fótbóltskappingini, Europa League. Liverpool og Villarreal eru liðini, sum hittast í hesari finaluni, ið verður spæld á einum lutfalsliga lítlum leikvølli í Sveis. Europa League-finalan verður spæld á St. Jakob Park í Basel, ið hýsir 35.000. áskoðarum.

 

Ónøgdin frá Liverpool-fjepparabólkinum, Spirit of Shankly, snýr seg um, at leikvøllurin er alt ov lítil. Feløgini bæði fáa bara 9.000. atgongumerki í part at luta út til viðhaldsfólk síni.

 

- Tað er eyðsæð, at talið av atgongumerkjum til feløgini ikki fara at nøkta eftirspurningin. Túsindavís av fjepparum hjá Liverpool møta upp til hvønn einasta heimadyst hjá Liverpool, og nógvir av hesum fjepparum sleppa ikki at síggja finaluna, skrivar Spirit of Shankly.

 

UEFA grundgevur fyri valinum av St. Jakob Park, at áskoðaratalið á einum leikvølli bert er ein av nógvum orsøkum, tá ið leikvallir til evropeisku finarlurnar skulu veljast.

 

- Ofta velur UEFA at velja minni leikvøllir, ið tó eru sannir hágóðskuleikvøllir at hýsa finalum. Hetta gevur fleiri tjóðum møguleika at hýsa einari stórari finalu. Talið av fjepparum, ið vilja hava atgongumerki til finalurnar, broytist hvørt einasta ár, og tað ómøguligt at vita frammanundan, hvørji feløg koma í finaluna, sigur talsmaður hjá UEFA.

 

Til stuttleikar kann nevnast, at føroyska landsliðið einaferð hevur spælt á St. Jakob Park í Basel. Hetta var í september 2004, tá ið Føroyar taptu 6-0 ímóti Sveis. Tá var tó ikki sami gravgangur eftir atgongumerkjum til hendan dystin, tí at bert 11.880 áskoðarar sóu dystin á leikvøllinum, ið sum áður skrivað rúmar 35.000 áskoðarum.