Við vóru fimm mans, sum fóru beina leið á flogvøllin, og koyrdu sjálvir við bilinum hjá reiðaranum, Kristian Martin Rasmussen.
Margret er 2350 rummetrar til støddar, meðan Christian í Grótinum var 2500 rummetrar.
Reiðaríið hjá Margret byggir ein nýggjan Wilhelm Thorsteinsson á somu skipasmiðju, sum P/F Christian í Grótinum letur byggja sín nýggja Christian í Grótinum, ið eftir ætlan kemur um eitt gott ár.
Margret, sum er frá 1996, hevur fyrr verið í føroyska flotanum undir navninum Høgaberg.
##med2##
Teir lata væl at skipinum, sum er í góðum standi og síggja manningarúmini heilt gott út.
Tað var ein stuttur steðgur hjá íslendsku manningini, og har vóru eingi lógvatøk á kaini í Norðhavnini í dag. Bert vinarlig orð og heilsanir manningarnar í millum, sum stóðu í rættiliga góðari fjarstøðu frá hvørjum øðrum.
##med4##
”Skíla bestu kveðjur til Íslands”, varð sagt av nýggju eigarunum, og so hoppaðu íslendingarnir inn í bilin.
Eitt leiguflogfar stóð á flogvøllinum og bíðaði eftir manningini, sum fór beina leið á flogvøllin – og síðani til Íslands.
##med5##
Vit ynskja bestu eydnu við ”nýggja” Christian, sum báturin skal eita.
##med6##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##