Ein nýggjur trendur hevur tikið seg í kjalarvørrinum á nýggja Smyrli. Skúlanæmingar í Suðuroynni bart út valfarta til høvuðsstaðin. Fyrst og fremst fyri at royna nýggja skipið og síðani fyri at vitja í høvuðsstaðnum frá morgni til kvølds, tá farið verður heimaftur.
Ein høvuðsorsøkin til at hetta í heila tikið ber til ella bráddliga er vorðið in er hetta vælaskip, sum nær sagt ikki rullar. Øll tey mongu, sum hava sjóskrekk og sjóverk, eru við eitt vorðin kurerað. Og úrslitið er, at ein nýggj verð bráddliga stendur opin fyri mongu skúlabørnunum í fjarskotnu Suðuroy. Og tað hevur longu sett síni sjónligu spor. Hósdagin vitjaði 2. flokkur úr Hvalbiar skúla í Havn og gekk leiðin eisini til Miðlahúsið í Vágsbotni. Mánadagin kemur túrurin til 5. flokk á Tvøroyri, og týsdagin er 6. flokkur í Trongisvági á ferð. - Okur vilja royna Smyril og okur vilja vitja í Havn siga børnini við ein munn. Og eingin hevur ampa á sær, nú tey um nakrar tímar aftur skulu til sjós. Stóra íløgan í nýggja Smyril hevur tí í veruleikanum latið dyrnar upp fyri eini heilt nýggjari og øðrvísi verð, ikki bert fyri tey tilkomnu og fyri vinnulívið men eisini fyri tey smæstu, nevniliga skúlabørnini. Tað, sum fyrr varð so møtimikið og ein tungur burður, tað er nú bara ein sjálvfylgja.
Fittu børnini í 2. flokki í Hvalbiar skúla eru eitt sjónligt tekin um hesa sonnu kollvelting. Tey vóru tey fyrstu av Smyrlabørnunum, sum stukku inn á gólvið í Miðlahúsinum tíðliga hósmorgunin. -Hóast onkur segði tað var ringasta ætt føldist tað sum á gólvinum. Eingin hevði sjóverk, og eingin var bangin sigur ein gentunum í flokkinum. -Vit vildu sleppa at royna nýggja Smyrol og so brúka dagin í Havn til alt møguligt leggur ein onnur hvalibargenta aftrat.
- Hvat var best við hesum túrinum og vitjanini í Havnini spurdu vit, og eitt fitt gentusníði svaraði so sera gløgt: -Alt var best. Við hesum sipaði hon til tað frálíka programmið fyri henda kombineraða Smyrla- og Havnardagin. Tey skuldu ikki bara royna nýggja Smyril. Nei tey skuldu so sanniliga eisini njóta lívið í høvuðsstaðnum: vitja Ferðslutrygd, hønirnar á Velbastað, BR og Burger King og so tað allarbesta svimjihylin. -Vit kenna bara til lítla hylin á Tvøroyri. Nú sleppa vit fyri fyrstu ferð at royna ein veruligan svimjihyl, og tað gleða vit okkum ordiliga til sigur ein av dreingjunum í 2. b í Hvalbiar skúla.
Í Miðlahúsinum fingu børnini høvi at síggja nýggju hølini hjá Sosialinum, og tey heilsaðu eisini uppá blíðu starvsfólkini og her ikki minst aldursforsetan, sjálvan veðurmannin Petur Skeel, sum eisini hevði góð tíðindi at bera teimum. Tað fór at vera allarbesta veðri um kvøldið kundi tann hugagóði og barnavinarliga veðurmaðurin siga suðuroyarbørnunum frá.