Sjónvarp
Tey, sum hava parabol-móttakarar við Canal Digital korti í, kunnu nú síggja fram til eina munandi príslækking fyri DR-rásirnar. Hetta er avleiðing av avtaluni, sum Televarpið herfyri gjørdi við Danmarks Radio, og sum alt fyri eitt fekk Canal Digital at krevja somu sømdir fyri sínar kundar.
Eitt nú inniber nýggja avtalan, at DR-rásirnar nú verða lagdar afturat øllum ráspakkum hjá Canal Digital.
- Hetta er ein avtala, sum vit eru errin um, tí hon mekir, at allir kundar okkara í Føroyum fáa atgongd til DR1 og DR2, uttan at tað kemur at kosta teimum nakað, sigur Peter Fredsted From, sum er sølustjóri hjá Canal Digital.
- Det er en aftale, som vi er meget stolte af, for den betyder, at alle vores parabol-kunder på Færøerne får adgang til DR1 og DR2, uden det kommer til at koste dem ekstra, siger salgschef Peter Fredsted From fra Canal Digital.
- Nú er avtalan jú stkomin í lag, so tey, sum undan hesum hava DR-rásirnar við í sínum pakka, mugu kortini gjalda fulla rokning fyri november mánað. Eftirfylgjandi verða kundarnir tó góðskrivaðir fyri hetta, so tað er ikki soleiðis, at tey koma at rinda meira, enn tey annars vildu gjørt, leggur sølustjórin afturat.