Á Sosialinum fara vit nú undir at hava eina fasta Bókasíðu í Vikuskiftisblaðnum. Á Bókasíðuni fara vit at hava ymsar afturvendandi tættir, eitt nú Høvundurin, Viðmæli, Klassikarin, Bókatíðindi, Bókaprát, Ungdómsbókin o.s.fr. Pláss verður ikki fyri øllum tættunum hvørja ferð, og verða teir skiftir út, alt eftir hvat spennandi rørir seg í bókmentaheiminum ta vikuna.
Sum útgangsstøði eru ongar treytir fyri at ein bók kann ogna sær eitt pláss í góða bókaselskapinum á síðuni. Vit á redaktiónini halda sjálvsagt eitt vakið eyga við tí, sum fyriferst á bókapallinum, men nýggj og góð hugskot eru altíð vælkomin. So øll tit, sum tíma, ella ætla tykkum at byrja ella angra at tit góvust at lesa bøkur, sendið tykkara hugskot til anna@sosialurin.fo
Góðan lesihug
Anna V. Ellingsgaard