John Johannessen,
løgtingsmaður
Á nýggjárinum verður møguligt hjá føroyingum undir útbúgving at fáa fullan lestrarstuðul í eitt ár, meðan tey eru heima hjá nýføddum ella ættleiddum barni
Javnaðarflokkurin hevur ta sannføring, at allir føroyingar skulu hava sama møguleika at nema sær eina útbúgving.??Tí hevur Javnaðarflokkurin, síðani samgongan varð skipað, strongt á fyri millum annað at tryggja viðurskiftini hjá lesandi forsyrgjarum.??Fyrsta stigið er nátt, nú uppskotið um farloyvisskipan fyri lesandi er komið fyri tingið.??Næsta stigið verður, at upphæddin á lesrarstuðulinum verður hækkað hjá teimum, ið eiga børn. Hetta verður helst týdningarmiklasti batin. Tí við hesum fær tann lesandi betri møguleika at vera lesandi og forsyrgjari samstundis. Harvið verða foreldur ikki tvungin út á ófaklærda arbeiðsmarknaðin, men fáa betri møguleika at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvsviðurskifti og forsyrgjarakor í framtíðini.