Útgávukonsert verður í sjónleikarahúsinum hósdagin tann 9. septembur kl 20:00. Til ber at keypa atgongumerki við dyrnar. Somuleiðis fáast atgongumerki í forsølu í handlinum hjá Tutl í Havn
Fløgan ber heitið: Ancient Forgotten Stories, og fæst til keyps kring alt landið.
Bárður er 28 ára gamal. Er føddur og uppvoksin á Argjum. Er musikari.Útbúgvin byggifrøðingur, og arbeiðir á Tórshavnar Býráð.
Bárður hevur sjálvur smíðað løg og skrivað tekst, produserað og gjørt húsan.
Fløgan eitur Ancient Forgotten Stories. Fløguheitið er spunnið úr lagnum, Ancient Forgotten Stories, og íblásturin til hetta lagið er kveiktur úr tveimum myndum hjá William Heinesen, sála.
Teksturin er á enskum, men kortini verður 1 lag á føroyskum. Stílurin er blandingur ímillum Jazz, Popp & Fólkatónleik.
Fløgan er spæld inn í studio bloch á bryggjubakka, í apríl 2010.
Hon er mixað og mastrað av Óla Poulsen.
Bárður syngur sjálvur og spælir klaver, harmoniku, würlitzer og onnur ljóðføri,
Eyðun Eilerson Johannesen spælir á el-bass/kontrabass,
Brandur Jacobsen spælir á trummur/slagverk
Rúni Eysturlíð spælir á el-guitar/kassaguitar;
Òlavur Olsen spælir blásara ljóðføri