Eitt smáark við seks frímerkjum undir heitinum “Uppruni Føroya”, sum Anker Eli Petersen hevur teknað. Virðini eru 6 x 10 kr. Merkini lýsa jarðfrøðiliga uppruna Føroya.
Tvey frímerki undir heitinum Europa 2009 – "Stjørnufrøði". 2009 er merkisár í stjørnufrøðini, og ST hevur lýst 2009 at vera altjóða stjørnufrøðiár. Orsøkin er, at liðin eru 400 ár, síðan Galilei setti nýgjørda kikara sín fyri eygað og brúkti hann at granska himmalhválvið.
Føroysku Europa frímerkini eru ein sokallað myndakollasja, ið avmyndar ávíkavist Trøllhøvda og Saturn og Heygadrang og Mars. Virðini eru 10 og 12 kr. Edward Fuglø hevur lagt til rættis
Trý frímerki undir heitinum “Fimleikur”. Í ár eru 100 ár síðan fyrsta føroyska fimleikafelagið varð sett á stovn. Í dag eru seks fimleikafeløg kring landið við tilsamans fleiri enn 3000 limum. Virðini eru 6, 10 og 26 kr. Jóannes Lamhauge hevur teknað.
Fyri fyrstu ferð gevur Postverkið út eitt frímerkjahefti við sjálvklistrandi frímerkjum. Í heftinum eru 8 frímerki: 4 x 6 kr og 4 x 10 kr.
mg