Nýggj kafé letur upp í Havn

Nú nærkast tíðin, til nýggja kafé'in - Panama Café - letur upp í Havn.

Á sínari Facebook-síðu skrivar Niels Brogaard á Rógvu, at nú nærkast løtan, til nýggja kafé'in - Panama Café - letur upp í Havn.

 

Niels Brogaard á Rógvu, sum eisini hevur lagt út viðheftu mynd, sigur, at kafé'in letur upp umleið fyrsta juni í ár.

 

- Vit sóknast eftir arbeiðsfólki til kafé'ina, og um tú ert áhugaður - ella kennur onkran áhugaðan - ert tú vælkomin at senda eina umsókn, sigur Niels Brogaard á Rógvu.