Nýggj kirkja byggjast á Argjum

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at lata kirkjuráðnum á Argjum eitt stykkið omanfyri Spinnaríið at byggja nýggja kirkju á

 Ætlanin er nú at byggja nýggja kirkju á Argjum.

Fyrsta stigið á leiðini varð tikið í gjárkvøldið, tá ið Tórshavnar Býráð samtykti at lata kirkjuráðið á Argjum fáa eitt grundstykki ímillum Støðlagøtu og Sandá, omanfyri Spinnaríið, at byggja nýggja kirkju á.

Tað er kirkjuráðið á Argjum, sum hevur vent sær til býráðið at spyrja seg fyri um møguleikarnar at byggja kirkjuna á Argjum út, ella at fáa grundstykki at byggja nýggja kirkju á og tað er so endað við, at býráðið samtykti at lata tey fáa eitt grundstykki upp á 4000 fermetrar til eina nýggja kirkju

Av tí at økið liggur oman ímóti Sandá, var neyðugt at søkja friðingarmyndugleikarnar um undantaksloyvi frá náttúruverndarlógini til at byggja kirkjuna.

Eftir at hava viðgjørt málið, góvu friðingarmyndugleikunum loyvi til at kirkjan kann byggjast á økinum.

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð upplýst, at Hoyvíkar kirkja og Samkoman Lívdin keyptu síni grundstykki frá Tórshavnar kommunu fyri kr. 156 krónur fyri fermeturin og tí samtykti býráðið, at grundstykkið til nýggju kirkjuna á Argjum skal kosta tað sama.