Í morgin letur nýggj matstova upp í Vági.
Tað er Ingun Poulsen, sum nú letur upp matstovuna Garðslon.
Ingun hevur mong ár á baki innan matgerð og tænastu í hesum sambandi. Kendir eru góðu búffarnir, og í morgin og leygardagin verður dentur lagdur á búffakvøld, tí nógvir fyrispurningar hava verið. Møguleiki verður at eta í Garðslon ella at keypa heim við.
Endaliga matskráin verður klár í næstu viku.
Matstovan Garðslon letur upp í morgin klokkan 18.00.
##med2##
##med3##
##med4##