Matstova
Viðareiði: Nýggj matstova, Matstovan hjá Elisabeth, letur væntandi upp á Viðareiði einaferð í heyst. Okkurt loyvi manglar enn, men innrættingin er í gongd.
Tað er Elisbeth Nybo á Viðareiði, sum er farin undir hesa ætlanina. Hon er útbúgvin kokkur og hevur millum annað eisini eitt tíðarskeið leigað Hotel Norð á Viðareiði.
At hotel er á Viðareiði frammanundan, sær Elisbeth Nybo ikki sum nakra forðing fyri, at ein matstova burturav kann vera í bygdini. Tað unga fólkið ger í dag meira av at fara út at fáa sær ein góðan bita. Eitt nú, tá ymisk tiltøk eru, so sum dansur og tílíkt, er ikki óvanligt, at fólk fara í felag at fáa sær ein bita, áðrenn farið verður víðari. Og tað er ein slíkan møguleika, hendan nýggja matstovan fer at geva fólki.
?Tað verða neyvan bara viðingar, sum fara at brúka hana, men fólk ymsastaðni frá. Klaksvíkin liggur tætt við, og tað er so passaligt at ringja og bestilla, tá ein fer úr Klaksvik, so er klárt, tá tey koma norður, vísir hon á.
Matstovan veðrur innrættað í kjallarhæddini í egnum sethúsum hjá eigaranum, har kiosk frammanundan er. Eitt sindur av flyting verður, og onkur skilaveggur skal takast niður fyri at gera pláss fyri sjálvari matstovuni. 30 fólkum, sum loyvið sigur, ætlar Elisabeth Nybo at hava pláss fyri inni á matstovuni.
Tað krevjast nógv loyvi til at lata eina matstovu upp. Eitt nú Brunaumsjónin, Arbeiðseftirlitið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan skulu uppí, áðrenn farast kann í gongd. Higartil eru loyvi fingin frá Brunaumsjónini og Arbeiðseftirlitinum, men bíðan enn verður eftir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Elisabeth Nybo hevur keypt spildurnýggja køksútgerð, sum er sett upp, og klárt er í grundini at byrja, so skjótt endaligt loyvi er komið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur hon. Tá hugsar hon um, at hóast innrættingin av sjálvari matstovuni ikki er rættiliga liðug, kann hon byrja við at gera mat og koyra heim til fólk ella fyritøkur, sum ynskja tað, tí køkurin er klárur.
Hon sigur, at hon fer ikki at leggja seg eftir nøkrum heilt ávísum soleiðis, men royna at hava tað, fólk biða um. Tó ætlar hon, at føroyskur matur sum eitt nú lundar, sum fleiri ferðafólk spyrja eftir, skal vera at fáa. Annars verður alt tað vanliga, sum fólk nú einaferð plaga at biða um, sigur hon.
Nýggja matstovan á Viðareiði skal vera opin alt árið.
?Tað vil siga, sigur Elisabeth Nybo, at um summarið verður opið hvønn dag frá middegi til klokkan átta-níggju á kvøldi. Um veturin ber tó ikki til at hava opið soleiðis hvønn dag, væntar hon, men leggur tó dent á, at tað altíð ber til at biða um at fáa ein bita, tí tað er bara at ringja, sigur hon. Telefonin fer altíð at verða tikin.
Tað kostar nógv at fara undir slíkt tiltak, sigur Elisbeth Nybo, uttan tó at vilja koma nærri inn á prísin.
Umframt matstovuna er eisini kiosk í somu húsum. Hon er, sum er, opin gerandisdagar frá klokkan sjey á morgni til klokkan ellivu á kvøldi. Um vikuskiftini letur tó ikki upp fyrr en klokkan trý seinnapartin, sigur Elisabeth Nybo.