Nú skal ein nevnd setast at kanna kommunubygnaðin í Føroyum.
Annika Olsen, nýggj landsstýriskvinna í innlendismálum, sigur, at eitt tað fyrsta, hon nú fer at gera, er at seta eina nevnd at viðgera tær føroysku kommunurnar og at geva henni eitt tilmæli um, hvussu tær skulu skipast.
Í samgonguskjalinum hjá nýggju ABC samgonguni stendur, at ein kommunureformur skal gerast útfrá samtyktini um, hvussu nógvar kommunur skulu vera í Føroyum í framtíðini.
Tann samtyktin sigur, at tað skulu vera sjey kommunur í Føroyum og tað endurtók Jóannes Eidesgaard, samráðingarleiðari tá ið samgongan varð skipað, á tíðindafundi, sum samgongan helt um nýggja samgonguskjalið.
ABC samgongan hevur eisini sett sær sum mál, at bygnaðarbroytingarnar í kommununum verða settar í verk longu 1. januar 2011 og tá skulu tað sostatt vera sjey kommunur í landinum.
Hesar bygnaðarbroytingarnar í kommununum bera í sær, at ein fíggjarlig útjavningarskipan verður gjørd, at kommunurnar fáa blokkstuðul og at kommunurnar fáa fleiri málsøki at umsita.
Nevndin, sum Annika Olsen nú fer at seta, skal vera liðug longu á ólavsøku og hon skal nettupp geva henni eitt tilmæli um eina fíggjarliga útjavning, um blokkstuðul til kommunurnar og samstundis skal hon lýsa eldraøkið, fólkaskúlan, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast til kommunurnar at umsita í framtíðini.
Yvirskipaða endamálið við broytingunum í kommunubygnaðinum, er, at øll øki í landinum skulu hava møguleika at mennast í javnvág, sum tað stendur í samgonguskjalinum.
Stórir fyrimunir
Annika Olsen vil ikki siga so nógv um sjálvan kommunubygnaðin fyrrenn nevndin er komin við sínum tilmæli.
Hon sigur, at hon veit heldur ikki akkurát, hvussu kommunurnar verða skipaðar landafrøðiliga, men tað er hugsandi, at eitt endamál verður at skipa Suðuroynna í eina kommunu, fyri at taka eitt dømi.
Áðrenn arbeiðið at kanna kommunubygnaðin er liðugt og samgongan hevur viðgjørt málið, vil hon kortini ikki staðfesta, um endin verður, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommuna, ella í tvær.
Annars sær hon avgjørt stórar fyrimunir í at skipa Føroyar í sjey kommunur og at Suðuroy í hesum sambandi verður ein kommuna.
- Er tað hetta, nevndin kemur fram til, taka vit politiska arbeiði í samgonguni upp út frá tí.
- Eg haldi, at tað er eitt fínt tal av kommunum og tað hevði givið teimum møguleika at skipa sterkar og professionellar kommunalar fyrisitingar.
- Tað kundi eisini gjørt sítt til at lokka føroyingar uttanlands heim aftur at virka í Suðuroy og øðrum plássum, høvdu kunna fingið starv á professionellari, kommunalari fyrisiting.
Annika Olsen heldur, at tað kundi gjørt tað áhugavert hjá løgfrøðingum, búskaparfrøðingum, verkfrøðingum og øðrum starvsfólki at flutt aftur til Suðuroy og til onnur øki, sum ikki eru so lokkandi í dag.
- Tí er tað stórur fyrimunur at leggja kommunurnar saman, heldur hon.
Varin at tvinga
Hóast landsstýriskvinnan heldur, at tað hevur stóran týdning at leggja kommunurnar saman, fæst hon ikki at siga, at tað skal gerast við lóg, vilja kommunurnar ikki leggja saman sjálvbodnar.
- Vit skulu vera ómetaliga varin at tvinga kommunur at leggja saman og eg fari ikki at siga nú, at tær skulu leggjast saman við lóg.
- Sjálvt um kommunusamanlegging hevur verið á dagsskrá leingi, haldi eg, at tað hevur týdning, at kommunurnar venja seg við tankan og at tær fáast at spæla við.
- Men nú fáa vit at síggja, hvat nevndin sigur, sum nú skal setast at kanna kommunubygnaðin og fyrrenn hon er liðug, fari eg ikki at siga ov nógv um, hvussu hetta verður skipað, hon afturat.