Forlagið Føroya Met hevur givið út aðru bókina Skakandi tilburðir .Í bókini siga fólk kring landið frá tilburðum, har tey vóru stødd í lívsvanda. Karsten Hansen, Henrik Old og Palli Lamhauge eru millum kendu persónarnar, sum greiða frá. Men onnur vita sanniliga eisini at siga frá hendingum, sum ganga langt út yvir tað vanliga. Vit lesa m.a. um føroying, sum stóð fyri einari av heimsins størstu bjarging av mannalívum, sjórænarálop, vandamiklar ferðir á sjógvi og landi, føroyingar fangaðir í krígsstøðu og mangt annað. Í bókini eru harumframt fleiri áhugaverdar myndir. Bókin, sum er 136 blaðsíður til støddar kostar 259 kr. og fæst til keyps í bókabúðum kring landið.