Nýggja felagið í Skálavík, ÍVF Sjósalt, fer at starvast innan saltframleiðslu. Tað er Sigurd Christiansen, búsitandi í Århus, sum hevur stovnað felagið.
Nýggja felagið í Hósvík fer at virka innan fiskivinnu. Tað eru Dávur Magnusarson Joensen og Marni Eyðolvsson Joensen, búsitandi í Hósvík, og Stefan Gunnbjørnsson Joensen, búsitandi í Havn, sum hava stovnað felagið.
Tvey nýggj partafeløg vóru eisini stovnað við heimstaði í høvuðsstaðnum. Evnaskyn hjá Mariu Elise Reistad Dam, skal veita ráðgeving innan umhvørvismál og ÍVF Krossteig Smith hjá Boga Krossteig, fer at fáast við múrara- og kavaravirksemi.