Myndaevnið á nýggju postgjaldmerkjunum, sum koma út í morgin, er kappróður, og listamaður er Jóannes Lamhauge. Føroysk postgjaldsmerki vóru givin út fyri fyrstu ferð á heysti í 2008 og sambært Posta hava verið sera væl móttikin. Flestu kenna kanska postgjaldsmerkini frá Samkeyp og Merko handlunum, men eisini nøkur av størru posthúsunum hava Posta Sjálv tænastuna, har ein kann keypa postgjaldsmerki.
Myndevnið í ár er kappróður og er tað listamaðurin, Jóannes Lamhauge, sum hevur teknað myndirnar. Jóannes ynskir við tekningunum at fanga sálina í tí føroyska kappróðrinum og hevur valt nøkur motiv, sum hann heldur umboða kappróðrarandan best.
Nýggju postgjaldsmerkini koma út í morgin, og seinasti dagur, har postgjaldsmerkini 2009 (Gátur) verða seld, er í dag.
Nýggju frímerkini og postgjaldsmerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á www.stamps.fo. Harumframt fáast postgjaldsmerkini í Samkeyp og Merko handlunum.