Pub og Kafé
T.F.Thomsen er søguligt handilsvirki á Tvøroyri. Og mánadagin var enn eitt nýtt kapittul í teirra longu handilssøgu.
Mánadagin læt nevniliga pubb og kafé upp í gomlu, kongligu krambúðini niðri á keiini á Tvøroyri.
Sostatt fær jóansøkufólkið í ár ein serstakan møguleika at sløkkja tostan í tí søguríkasta umhvøvinum á Tvøroyri.
Tá ið pubbin læt upp mánadagin vóru fleiri hundrað fólk inni á gólvinum. Men týsdagin var konglig vitjan í húsinum, har greitt var frá søguni hjá handlinum.
Síðani hevur verið opið fyri almenninginum og nú á jóansøku verður opið til klokkan fýra ánátt.
Annars er ætlanin, at hetta skal vera eitt hugnaligt stað, har tað skal bera til at seta seg eina løtu at fáa ein bita av onkrum og eina øl, ella eitt glas av víni afturvið.Tey hava eisini kaffi, te og kakur og so er eisini ætlanin at hava ymisk spøl, sum gestirnir kunnu hugna sær við. Ætlanin er eisini at hava tónleika-kafé av og á.
Saman við bygningunum er virksemið hjá Thomsen sostatt eitt umfatandi og virðismikið, søguligt savn, sum tey hjá Thomsen ætla skal gerast eitt livandi savn við teimum umvælingum, sum nú eru í umbúna tey næstu árini.
Annars er ætlanin at gera bygningarnar hjá Thomsen niðri á keiøkinum ístand, so at teir kunnu gerast eitt livandi savn við pub, kafé, mentanarhúsi, savni o.s.fr.