Nýggj ruta
Atlantsflog er nú farið undir nýggja rutu millum Føroyar og Edinburg.
Flogið verður leygarmorgun úr Vágum og heimaftur leygarkvøld. Meðan bíðað verður eftir heimferðini úr aftur Skotlandi leygarkvøld, fer flogfarið hjá Atlantsflogi til Zurich í Sveits eftir ferðafólki, sum vilja til Skotlands at spæla golf ? og drekka whisky, sum onkur tók til á hesum fyrsta túrinum á nýggju farleiðini.
Falcon Trawel
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað er sveisiska felagið, Falcon Trawel, sum hevur biðið Atlantsflog flúgva rutuna millum Zurich og Edinburg ? í fyrsta lagi fram til, 10. september.
- Hetta gevur okkum høvi til eisini at flúgva millum Føroyar og skotska høvuðsstaðin, og er hetta ein kærkomin møguleiki hjá okkum.
Magni sigur, at í økinum kring um Edinburg og Glasgow búgva 4 miljónir fólk móti teimum 400.000, sum búgva í Aberdeen-økinum, hagar Atlantsflog eisini flýgur og framhaldandi fer at flúgva.
Stjórin í Atlantsflogi heldur, at stórir møguleikar liggja í flúgvingini upp á Skotland, tá ið havt verður í huga, at ikki færri enn 60 miljónir fólk búgva í Stórabretlandi tilsamans.
- Hetta er ein liður í at útbyggja farleiðina til henda risa-marknaðin, sigur Magni Arge.
Áhugaverdur býur
Á fyrstu ferðini hjá Atlantsflogi leygardagin fingu innboðin eina hóming av, hvat Edinburg hevur at bjóða ferðafólki ? og tað er ikki smávegis, antin tú hevur áhuga fyri søgu, mentan ella bara einum innkeypstúri.
Ein dagtúrur í Edinburg gongur skjótt, men er veðrið til vildar, kanst tú saktans njóta hvønn minutt teir 6-7 tímarnar, tú hevur í býnum ? og áðrenn bussurin flytir teg út aftur á flogvøllin til heimferðina.
Fyrrapartin leygardagin og til klokkan 14 seinnapartin koyrdu vit gjøgnum ein part av býnum saman við fryntligum ferðaleiðara ? eini tilkomnari skotskari kvinnu. Síðan vórðu vit boðin til døgurða, og tá ið hann var fingin niður um, var restin av degnum upp til okkum sjálvi, til bussurin aftur koyrdi av økinum við Edinburg Castle
Ein slíkur dagtúrur er hugnaligur og áhugaverdur, og hevur tú fyrst gingið tann eina dagin í Royal Mile, sum er gøtan við teimum smáu handlunum, matstovunum og vertshúsunum, hevur tú avgjørt hug til at gera ein túr aftrat, áðrenn summarið er umliðið.
Uppi í endanum á Royal Mile kemur tú niðan á Castle Hill, har Edinburg Castle stendur ovast uppi. Hetta er ein áhugaverdur og stórur skansi frá farnari tíð ? tíðini, tá ið skotar bardust ímóti grannunum fyri sunnan, onglendingum.
Byrjar leygarmorgunin við innkeypi í Royal Mile, er einki til hindurs fyri at ganga niðan á Edinburg Castle og harvið fáa eina hóming av teirri ríku søgu, sum skotski høvuðsstaðurin eigur.
Skotsk summarfrí
Ein dag í Edinburg kemur tú ikki so langt, sum tú kundi hugsað tær, tá ið tú fyrst ert komin hagar, men hetta er ein dagur, sum saktans kann geva tær íblástur til eina summarfrí í hesum áhugaverda og vakra umhvørvi ? saman við teimum fryntligu og gestablíðu skotunum.
Leygardagin var veðrið skiftandi; viðhvørt skein sólin, og viðhvørt var heglingsælingur, men tað var lýggjari enn í Føroyum, eini 10-12 stig.
Annika Petersen, sum starvast hjá Atlantsflogi og hevur ferðast nógv í Edinburg-økinum, sigur, at ferðamøguleikarnir í Skotlandi eru nógvir, og hon kann í allar mátar mæla føroyingum til at royna nýggju farleiðina hjá Atlantsflogi, nú møguleikin er til tess.