Nýggj ruta til Hetlands

Smyril Line tekur nú Hetland upp í farmarutuna millum Tórshavn og Hanstholm. Fyrsta fráferðin úr Føroyum verður í morgin

 

Farmasigling


Í annaðkvøld fer Clare fyrsta túrin til Hetlands við farmi fyri Smyril Line. Rutan, sum byrjar nú, fer at vara fram til summarsiglingin byrjar aftur komandi ár.

Smyril Line sigur í tíðindaskrivi, at farið verður undir nýggja farmarutu um vikuskiftið. Talan er í grundini um verandi rutu, sum verður bygd út við einari destinatióna afturat. Tað er Lerwick í Hetlandi, har farmaskipið Clare fer at leggja at á veg til og úr Hanstholm.

Ferðaætlanin verður tann, at farið verður úr Tórshavn hósmorgun klokkan 01.00, og komið verður til Lervick klokkan 15.00 seinnapartin hósdagin. Farið verður víðari til Hansholm tveir tímar seinni, klokkan 17.00.

Clare verður eftir ferðaætlanini í Hanstholm kl. 18.00 fríggjakvøld og siglir aftur haðani leygarmogunin klokkan 01.00.

Sunnumorgun klokkan 06.00 verður hon aftur í Lerwick á veg til Føroya. Hon steðgar ein tíma í Lerwick og siglir aftur klokkan 07.00.

Clare verður aftir í Tórshavn mánamorgun klokkan 04.00, har hon so verður liggjandi, til ferðin byrjar aftur hósmorgunin klokkan 01.00, sigur Smyril Line í tíðindskrivinum.

Tó verður ikki siglt 27.12.01 úr Tórshavn og 29.12.01 úr Hanstholm.

Um sjálvt skipið sigur Smyril Line, at M/S ?Clare? lastar 50 stk. 15 m trailarar + 80 persónbilar, siglir 16 sm/t og tekur 12 ferðafólk í 6 tvey-koyggjukømurum við bað og WC.