Tann fyrsta januar 2013 skulu sjey ella átta kommunur verða í Føroyum.
Tað er úrslitið av eini nýggjari, politiskari semju og longu á ólavsøku er ætlanin at leggja uppskotini um hetta fyri Løgtingið.
Tað er ikki heilt greitt, hvør er við í hesi semjuni, men Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, sigur við Sosialin, at hon hevur góðar vónir um at Løgtingið samtykkir uppskotið.
Hon sigur, at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin Framsókn og Sjúrður Skaale, uttanflokstingmaður, taka undir við uppskotinum.
Mett verður eisini, at onkur í Tjóðveldi og Fólkaflokkinum eisini taka undir við tí.
Ætlanin er, at kommunurnar fáa freist til 1. juni næsta ár at leggja saman sjálvbodnar, men eydnast tað ikki, verða tær lagdar saman við lóg.
Tær nýggju kommunurnar verða:
Norðoya Kommuna, sum verður Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa kommunur.
Eysturoyar Kommuna, sum verður Fuglafjarðar, Eystur, Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur.
Sundalagið, sum verður Eiðis og Sunda kommunur.
Streymoy, sum verður Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur.
Og so verða Vágoy, Sandoy og Suðuroy verða hvør sær lagdar saman í eina kommunu.
Einasta ivamál er um Fuglafjørður og Eystur Kommuna skulu verða ein kommuna, ella um tær skulu upp á restina av Eysturoyar Kommunu, tí er ikki endaliga avgjørt um endaliga talið verður sjey ella átta kommunur.
Hava tær ikki ikki tikið støðu fyri 1. juni næsta ár, verða Eystur Kommuna og Fuglafjørður lagdar saman við restini av Eysturoy.
Í sambandi við kommunusamanleggingina, verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at umsita tann 1. januar 2014.
Kommunumálið hevur verið umrøtt í fleiri ár og myndin er frá fólkaatkvøðu í Kvívík, har meiriluti er at verða limur í Tórshavnar Kommunu