Hin møguleikin um so er, at fullveldisuppskotið hjá samgonguni ikki vinnur frama er, at gera eina nýggja skipan, sum kort-ini ikki er fullveldið.
Veljararnir eru í sambandi við kanningina spurdir um teir meta tað sannlíkt, at tað ber til at gera eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin.
Her siga knappliga 54 prosent av veljarunum, at teir trúgva at tað er møguligt, meðan góð 32 prosent siga, at tey ikki rokna tað sum ein sannlíkan møguleika.
Tað vil siga, at ein meiriluti av veljarunum trýr, at tað ber til at finna eina nýggja skipan innanfyri ríkisfelagsskapin og tað vil siga eina skipan, sum liggur onkustaðni millum tað, sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava víst á.
Hóast teir hava meiriluta sabært veljarakanningin heldur Jóannes Eidesgaard, at samgongan hevur fullan demokratiskan rætt at samráðast við danir.