Løgtingtingslógin (nr. 103) varð samtykt av einum samdum løgtingi – 29-0 atkvøður.
Men hvussu leingi var Adam í paradísinum? Einans 3 ár gingu við nýggjari stýrisskipanarlóg, so vildi loysingarlandsstýrið 1998 hava eina heilt aðra lóg, og hon skuldi eita: grundlóg. Men í roynd og veru hava føroyingar ongantíð biðið um eina aðra grundlóg. Keine Hexerei, nur Behandigkeit: lógin skal sjálvandi eita stýrisskipanarlóg og ikki grundlóg. Ein lokkudorg.
Løgtingið/landsstýrið 1998-2002 vóru skjóttvirkandi. Longu 1999 gav landsstýrið út Hvítabók, í 2000 propagandaritið Frá heimastýri til fullveldi, og í 2002 kom Hátíðarrit Føroya Løgting 150, útgevari løgtingið. Satt bókaforløg fíggjað við skattaborgaranna peningi, má sigast. Um somu tíð byrjaði tað kostnaðarmikla arbeiðið við eini nýggjari grundlóg alias nýggjari stýrisskipanarlóg. Millum manna verður sagt, at grundlógarnevndin alias stýrisskipanarnevndin hevur kostað nógvar milliónir, men hvussu nógv – um nakað? – løgtingið hevur játtað til hetta arbeiðið og bókaforlags virkdsemið, hevur skattaborgarin ikki fingið at vita.
Í hátíðarritinum LØGTINGIÐ 150 er greitt frá, hvat broytingin av stýrisskipanini við tí nýggju lógini ólavsøkudag 1995, innibar. Á síðu 377 er tilskilað, at ”broytingarnar vóru ætlaðar at styrkja um formansskapin í Løgtinginum og at hevja formannin upp um vanliga politiska stríðið.” Í fjølmiðlunum frætta vit nú, at ein meiriluti av formansskapinum í Løgtinginum hevur lagt á tingborð eitt nýtt uppskot um eina stýrisskipan – hetta er umrødda grundlóg alias stýrisskipan – hóast landsstýrið t.v.s. løgmaður hevur noktað at uppskotið í verandi líki verður avgreitt sum logaruppskot fyrst hjá løgtinginum og so til fólkaatkvøðu. Fleiri løgfrøðingar hava frárátt, at hetta uppskotið um nýggja stýrisskipanarlóg í verandi líki fær løgtingsviðgerð. Vit hava, sum longu sagt, eina spildurnýggja stýrisskipanarlóg; man nakað vera galið við henni? Tað var jú eitt samt løgting, ið segði, at hon skuldi koma í gildi ólavsøkudag 1995.
Vit kunnu ímynda okkum skilið umborð á skipi á víðum havi, um reiðarin ella nevndarformaðurin tók ræðið av skiparanum. Tað er nærliggjandi at spyrja, um formansskapurin við hesum hevur framt brot móti andanum í okkara nýggju stýrisskipanarlóg? Og kann ein meiriluti á Føroya løgtingi goðtaka tílíkt? Hvat verður so tað næsta?
Hendan avger hjá løgtingsformanninum má haldast at vera so óvanlig og fremman parlamentarisma, at neyðugt er at fara aftur í tíðina, um sammeting skal kunna gerast við søguligum stýrisskipanarbroytingum í øðrum londum.
…o…
Sum kunnugt var álopið á Bastilljuna í París 14. juli 1789 byrjanin til ta fronsku kollveltingina. Tað vóru serliga krefir í tí gamla Jakobinarklubbanum, ið gjørdu vart við seg. Kollveltingin kravdi eina nýggja stýrisskipanarlóg. Og tað var ikki við mýkindum. Kongurin, Ludvík 16. og drottningin vórðu fyrst stongd inni, og í 1793 varð hann hálshøgdur (guillotineraður) og nakað seinni sama árið varð tann 38 ára gamla, vakra og lívsglaða Maria Antoinette løgd undir guillotinuna.
Tíðarskeiðið 1792-1795 verður kallað ”Nationalkonventið og Ræðsluharradømið.”
Vælferðarnevndin og ræðsluráðið virkaðu undir hátrýsti, og sum fráleið ruku høvdini av eisini hjá teimum leiðandi kollveldtingarfólkunum. Stefan Zweig (1881-1942) vil vera við, at politikararnir Roberspierre, Desmoulins og Saint Just vóru ”revolutionens ædleste og intelligenteste mænd.” Teir og nógv onnur vórðu hálshøgd á Place de la Concord í París í 1794; sama árið hvarv ræðsluharradømið og Jakobinarklubburin.
Í kollveltingini kom ein 23 ára gamal heryvirmaður á pallin. Tað var Napoleon Bonaparte av oynni Korsika. Hansara ótrúliga karriera bergtók fólk um allan heim. Hann hersetti fleiri lond í Europa og Norðurafrika, og lat seg 1804 krúna til keisara í Notre Dame í París.
Ævintýrið fekk ein enda í 1814. Ongland avbyrgdi Napoleon á oyddni Sankt Helen í 1815, har hann doyði 5.5.1821.
Ludvig 18. skrivaði undir eina nýggja stýrisskipanarlóg 4. juni 1814 og gjørdist hann kongur í Frankaríki.
…o…
Tá ið borgarakríggið í Russlandi brast á 1917, varð kollveltingin stýrd av Lenin. Hann hevði kollveltingina í Frankaríki sum fyrimynd m.a. við at myrða alt zarhúsið. Eisini hann virkaði fyri nýggjari stýrisskipan. Nú vita vit, at tað, sum kom burturt úr kollveltingini, gjørdist ein vanlukka fyri tað russiska fólkið. Í 70 ár lótu ótaldar milliónir av russum lív í fangalegum og tvingsilsarbeiði. Undir somu syndarligu umstøðum livdi fólkið í Eystureuropa í 45 ár. Stýrisskipanin hjá Lenin og Stalin skramblaði saman sum korthús 1990. Russland fekk eina nýggja stýrisskipanarlóg 1993 og óivað øll londini í Eystureuropa eisini.
Tá ið kommunisman rapaði í Russlandi segði Gorbatjov, at allar skúlabøkur og søgubøkur í heimsins størsta samveldi máttu skrivast av nýggjum. Indoktrineringin skuldi halda uppat beinanvegin. Hetta var ein liður í hansara peristrojska og glasnost.
Propagandaritið og bøkurnar – Frá heimastýri til fullveldi, Hvítabók og Løgtingið 150 – sum landsstýrið/løgtingið gav út í 1999/2002 eru ikki skikkaðar til skúlabrúks. Nógv av tí, sum har er skrivað, er ósatt ella villleiðandi.
Eitt dømi av fleiri:
Í bókini Løgtingið 150, bind 1, síða 62 er tilskilað: ”Í tíðarskeiðinum frá 1806 og fram til 1816 røkti føroyingurin og løgfrøðingurin Hammershaimb løgmansaembætið.” Og á síðu 367, 2 bind, er tilskilað, at ”Hammershaimb var føroyingur.”
Í tí lítlu bókini V. U. Hammerhaim. Lívssøga og virki hans, sum Edward Mortansson gav út í 1916, er tilskilað á síðu 6: ”Vencelaus Ulricus Hammershaimb føddist 25. mars 1819. Fyrsti maður, ið fekk navnið Hammershaimb, var ein Georg Smendein, sum búði suðuri í Schlesien. Hann varð 1642 gjørdur til bøhmiskan aðalsmann og fekk navnið von Hammershaimb. Sonur hansara, Vencelaus Franciscus, flutti til Hamborg og haðani seinni til Keypmannahavn. Einans barnið hansara, Jørgen Frands Hammershaimb, var skrivari hjá geheimeraad Carl von Gabel. Her er tað fyrstu ferð, ein Hammershaimb ber við nakað føroyskt: tí Gabel var lensharri yvir Føroyum. Ein av hansara synum, Vencelaus Hammershaimb, bleiv fúti eftir pápan í 1765. Sonur hansara var Jørgen Hammershaimb, faðir Vencelaus Ulricus, og hann var, sum nevnt, seinasti løgmaður í Føroyum.”
Eftir hesum var løgmaðurin 1806-1816 ikki føroyingur. At skriva søgu og politiska propaganda í sama andadrátti er hættisligt fyri mannasálina.
Moralurin:
Stýrisskipan kann ikki útvegast og brúkast sum ein onnur eingangsblæa; og vit føroyingar hava alla orsøk til at ræðast tær destruktivu kreftirnar, sum leika í úti og heima.