Nýggj stuðulsskipa í eygsjón

Bjørn á Heygum
----

Prísurin kunstiga niður
Jørgen Niclassen hevur nú sett eitt nýtt genialt uppskot um stuðul úr landskassanum til leiguíbúðir á dagsskrá.
Vit mangla leiguíbúðir, og tær verandi leiguíbúðirnar eru ov dýrar, sigur Jørgen.
Fyri at fáa fleiri leiguíbúðir og prísin niður, so er algongda leiðin hjá fíggjarmálaráðharranum at fara niður í landskassan, ella óbeinleiðis niður í lumman hjá skattaborgarunum eftir pengum.
Heili 20 % av útreiðslunum til hesar nýggju útleigubygningar skal nevniliga fíggjast við mvg. frítøku av íløguni . Um nakað uppbýtið er millum tilfar og arbeiðsløn sigur søgan onki um enn.

Ójavni millum eigarar og leigarar
Fyri at rættvísgera sjálvan stuðulin, verður umframt verandi prísstøði og sokallaða eftirspurningin, víst á tann ójavna sum ger seg galdandi millum eigarar og leigarar í Føroyum.
Vanligi leigarin fær ongan almenna studning.
Hinvegin fær ein eigari, sum tekur lán í einum banka til sín bústað meir ein triðjing, ella 35 % +i rentustuðli frá Føroya Fólki.
T.v.s tey sum ikki hava lán og kanska enntá ikki hava ráð at fáa sær eitt lán, harundir leigararnir - skulu gjalda fyri tey, sum hava lán, - tað er logikkurin!

Almennur bankastuðul
Rentan er fortjenastan hjá bankunum fyri at selja eina vøru, sum eitur pengar!
Heilar 126 milliónir kr. verða í hesum árinum brúktar á fíggjarlógini, sum beinleiðis stuðul at samsýna bankunum henda part av teirra inntøku.
Ongin vinna fær so stóran studning frá tí almenna í Føroyum, sum fíggjargeirin, t.v.s. bankarnir, - sum minst av øllum skuldu havt brúk fyri tí!
Stuðulin frá skattaborgarunum verður m.a. brúktur til at fíggja sokallaðu skáalánini, sum reelt er ein leiga til bankarnar, har leiga undantaksvís fær almennar sersømdir umvegis rentustuðulin.
Ongi ivi er um, at rentustuðulin ongantíð hevur nátt sínum endamáli um at lækka samlaða íbúðarkostnaðin svarandi til stuðulin.

Stuðulin hækkar prísstøðið
Tvørturímóti hendir tað, at rentustuðulin fyri meginpartin viðkomandi verður brúktur til at blása prísin upp á íbúðarmarknaðinum.
Kostnaðurin fyri ein hús ella eina eigaraíbúð verður jú eyðsýnt tilsvarandi hægri, nú fígging fæst til eitt hægri boð enn ráð annars eru til, takka verið hesum góða rentustuðli.
Veruleikin er tann, at rentustuðulin, sum var ætlaður einstaka húsa- og ibúðaeigaranum bert er endaður, sum ein munandi eykainntøka fyri bankarnar og ongan annan.
Fyri at koma ójavnanum millum eigarar og leigarar til lívs átt rentustuðulin heldur at verið niðurlagaður, enn at verða brúktur sum jarnbrot fyri nýggjum avskeplandi og ósunnum stuðulsskipanum.

Avlaging av marknaðinum
So er spurningurin um vit nú skulu fara undir eina nýggja líka so óhepna stuðulsskipan við mvg.frítøku á einum parti av íbúðarmarknaðinum
Ásannast má, at tað altíð hevur verið ein rættuliga sterkur tendensur hjá tí føroysku politisku skipanini til at avlaga og skeikla marknaðarmekanismurnar t.v.s útboð og eftirspurning, við alskyns almennum studnings- og loftingar-tiltøkum, og her er ongin munur á sokallaðum borgarligum og socialistiskum flokkum.
Av berum stuðli og studningi til líkt og ólíkt, fór tað føroyska samfelagið so logandi á húsagang í 1992/93. Bankarnir rapaðu, allur flotin fór á tvingsilssølu, hóparbeiðsloysi upp til (25 %), og ikki minst hópfráflyting (15%), sum gav samfelagnum eitt so ógvusligt afturstig, at vit enn tann dag í dag líða undir eftirsjúkunum.

Katastrofalar avleiðingar
Ein skuldi trúð at vit høvdu lært av okkara katastrofalu mistøkum á hesum øki!
Hvat hjálpti tiltikna løgtingslógin um ráfiskagrunnin, LL um veðhald fyri lánum til fiskiskip og fiskavirkir, LL um veðhald fyri lánum til frysti- og flakavirkir, LL um lán/serlán til fiskifør, LL um prísískoyti til ráfisk, LL um eykastudning til veiðu av ídnaðarfiski, LL um brennioljustudning til fiskiskip, LL um agnstudning , LL um studning til útróðrarstøðir, LL um studning til veiðu av svartkjafti, LL um studning til veiðu av lodnu, LL um endurgjald til garnaskip, LL um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi á goysmu, LL um stuðul til arbeiðskapandi tiltøk innan fiskivinnuna á landi, LL um umleggingarstuðul til trolbátar, LL um minstuløn til útróðrarmenn, LL um minstuløn, dagstudning og minstaforvinning, LL um rakstrar- og manningarstudning, LL um stuðul til vørumenning á føroyskum fiskavirkjum, LL um prísískoyti til ráfisk, LL um upphøggingarstuðul o.s.fr. – ONKI! - PÚRT ONKI!, - uttan at avskepla alt samfelagið.
Mælt verður tí staðiliga frá at seta í verk nýggjar almennar stuðulsskipanir, og hetta er líka mikið um talan er um vinnulív ella ibúðarmarknað - sjúkuelvandi árinið er júst tað sama!

Spekulatión og kreativ bókføring
Av ringum royndum vita vit, at hetta bara elvir til spekulatión og kreativa bókføring. Harafturat kemur , at ongin vissa er fyri at stuðulin kemur íbúðarleigarunum til góðar við lægri leigugjaldi.
Fer hesin stuðul bara at minna um áður galdandi mvg. frítøku fyri arbeiðsløn í samband við bygging/umbygging av sethúsum v.m., so fara vit at síggja nógvar sokallaðar fantasifullar konstruktiónir fyri onkusvegna at koma sær undir hesa “lukrativu” skipan.
Eins og allar aðrar stuðulsskipanir verður hon bæði tung og trupul at umsita, og ongin ivi er um, at tað mest fer at ráða um hjá ymsum byggimatadorum at finna hol í lógini, heldur enn at hugsa um, at ein komandi leigari skal fáa eina so bíliga leigu sum gjørligt.
At enda er tað mín áheitan, at um tað í heila tikið skal blíva talan um nakra mvg. frítøku, so avmarkið hetta til lestraríbúðir (kollegium) bygdar av Húsaláns-grunnninum, sum nú hevur fingið eitt so tápuligt navn sum “Bústaðir”.