Nýggj tíðarrokning á Skála

Eftir glæsiliga tíðarskeiðið við Johan Nielsen við stýrisvølin skulu teir á Skála staðfesta sína støðu, eftir at fleiri av lyklaspælarunum eru fluttir úr felagnum

Hvussu fer tað at hilnast, nú venjarin og fleiri av stuðulsspælarunum eru farnir úr felagnum. Tað er stóri spurningurin millum skálafólk, strandingar og øll hini, sum eru íðin viðhaldsfólk hjá fótbóltsfelagnum á Skála.
At tað valdar eitt sindur av óvissu er einki at siga til. Johan Nielsen hevur seinastu árini staðið á odda fyri arbeiðnum at flyta fótbóltsfelagið á Skála frá at vera plágað av hóttanini av at flyta niður og til at vera við í kappingini um heiðursmerkini.
Nú er Johan Nielsen farin av Skála. Saman við honum eru farnir eitt nú lyklaspælararnir Jónhard Frederiksberg og Nenad Stankovic. Spurningurin er nú, um liðið í tíðini eftir Johan Nielsen og Jónhard Frederiksberg fer at megna at vera við til at mynda fótbóltskappingina í fremstu røð.
Skálamenn hava fyrireikað seg væl. Dragan Kovacevic er settur at hava ábyrgdina tvey tey næstu árini. Hann er serbi og eigur at hava gott innlit í føroyskan fótbólt, tí hann hevur verið venjari hjá VB/Sumba í 2002 og aftur í 2005, og í fjør var hann høvuðsábyrgdarmaður, tá ið B71 vann næstbestu deildina.

Nógv liggur á profilunum
Í fjør var tað leingi tungt hjá Skála. At Nenad Stankovic hevði alstóran týdning varð staðfest, tá ið stigaposin skjótt tyngdist, eftir at Nenad mitt í summar var komin aftur til Skála. Nú hann er farin, hevur Skála aftur verið á Balkan fyri at finna framrættaða arkitektin, sum saman við Paula G. Hansen skal vera snaringspunktið á miðvøllinum. Nýggi serbin eitur Slavisa Kaplanovic. Í hvønn mun hann fer at megna at lyfta arvin eftir Nenad fer ivaleyst at hava alstóran týdning.
Sammett við í fjør er verjuparturin so at siga tann sami. Málverjin er skiftur út, og skálamenn halda seg hava fingið betri málverja, enn teir høvdu. Í framrættaða partinum fer tað at hava alstóran týdning, hvussu Alexandur Johansen verður fyri. Í fjør var hann nógv darvaður av skaðum og spældi millum lítið og einki. Í vetur hevur hann hildið frí frá hondbóltinum, og tað hava verið ábendingar um, at bóltsnillingurin fer at eiga sentralan leiklut í nýggja kappingarárinum.
Um Alexandur verður á hædd við tað, sum hann áður hevur víst, um Kaplanovic verður verdugur avloysari fyri Nenad, og um Skála sleppur undan at verða so skaðaplágað, sum skálamenn vóru tað í fjør, so verður møguleiki mettur at vera fyri, at avrikini ikki fara at standa so nógv aftanfyri tað, sum tey vóru, tá ið Johan Nielsen hevði ábyrgdina.