Danska heiligvágsfyritøkan Lundbeck er nú farið at selja eina tablett, sum skal minka um hugin at drekka alkohol. Í fyrstu syftu verður heligvágur seldur í Noregi, Finnlandi, Pólandi og baltisku londunum.
Tablettin kallast Selincro og er góðkend til at brúka sum heiligvág til fólk, sum eru bundin at alkoholi, skrivar Dagens Medicin.
Munurin millum nýggja heiligvágin og annan líknandi heiligvág er, at Selincro ávirkar heilan og minkar um trongdina til at drekka.
Royndir hjá Lundbeck vísa, at heiligvágurin kann minka um alkoholnýtsluna við 60 prosent eftir viðgerð í seks mánaðir.
- Tað er ein stórur tørvur á slíkum heiligvági, og vit eru sera fegin um at kunna geva fólki hendan viðgerðarmøguleikan, sigur Ole Chrintz, við varastjóri í Lundbeck við Politiken.
Lundbeck hevur 5.800 starvsfolk kring heimin og umsetti í fjør fyri 15 milliardir krónur.