Nýggj teljiskipan móti Skt. Jørgen

Flogbóltur: Føroyska landsliðið spælir tríggjar dystir móti danska liðnum Skt. Jørgen um vikuskiftið

Í sambandi við venjingardystirnar um vikuskiftið millum føroyska A-landsliðið og Skt. Jørgens VK verður spælt til 25 stig í hvørjum setti. Talt verður eftir tí sokallaðu running-score skipanini, har hvør bóltur telur, eins og í t.d. borðtennis. Um støðan í einum setti er 24-24, verður spælt víðari, til 2 stig eru á muni. Spælt verður best av fimm settum, eins og tað vanliga hevur verið.

Orsøkin til, at hetta verður roynt um vikuskiftið, er, at hesin teljiháttur fyri fyrstu ferð verður nýttur á Oyggjaleikunum á Gotlandi í summar.

Ein av orsøkunum til broytingina í teljingini er fyri at avmarka variatiónina í tíðini, hvørt settið varar.

Dystirnir millum A-landsliðið og Skt. Jørgen verða spældir fríggjakvøldið (14/5) kl. 19.30 í Gundadalshøllini, leygardagin kl. 15.00 í KÍ-høllini, og sunnudagin kl. 14.00 á Giljanesi.