Nýggj útgáva frá Rutger Hauser

Út er komin nýggj útgáva frá bólkinum Rutger Hauser, ið er bólkað av Lisa Busby, Jamie Coe, Rose Dagul, John Harries, Ian Stonehouse og Jón Klæmint Hofgaard.

Rutger Hauser hava hetta at siga um útgávu teirra:

”Um summarið 2018, fóru vit til Føroyar at upptaka okkara aðru plátu, ið seinni fekk heitið The Svim. Vit búðu og arbeiddu í eina viku í felagshølinum hjá ungmannafelagnum, Sólarmagn. Hettar og annað, forsterkarar, sello, trummur, ljóð útgerð, pútir og seingjarklæðir, var gjørt møguligt av umhugsni hjá gávumildum einstaklingum og felagskapum á oyggjunum.

”Velbastaður hevur ein berleikan vakurleika, men tað var óvanliga sólríkt tað mesta av vikuni. Tá ið fríggjanáttin kom, og studioupptøkurnar høvdu fingið sín endaliga enda, so var mjørki og vit drukku og dansaðu í einum gráðum einki.

”Staðið er at finna í tónleikinum - ljóðið av tí stóra, træ-lagda rúminum við einum útsýni í allar ættir, ið ikki sýnir vegir, men eitt kalt hav og nakrar kaldar oyggjar. ”The Swim ljóðar sum ein bólkur av fólkum, ið arbeiða seg fram ímóti onkrum. Um vit vórðu uttan avgjørdum formum og improvisatións siðvenjum; um vit ikki vórðu trummu-, bass-, gittar-, sello-, elektroleikarar, men til tíður einans fólk, ið leika í í ymiskum samanhangum; óserstakt og ivandi. Tað vórðu fyri tað mesta ein ella tvær upptøkuroyndir. Tá ið vit gjørdu hettar fleiri ferðir, so tyktist tað einans at gerast verri. ”Sean Woodlock stóð fyri upptøkunum, hjálpti okkum at gerða tónleikin greiðan - áðrenn og aftaná - og sjálvt um hann ikki vil unna sær hendan heiður, so bleiv hann ein av okkum. Upptøkurnar vórðu seinni ljóðskipaðar og -rættaðar av John Harries, har nakrar yvirspælingar vórðu framførdar av Ian Stonehouse. Burtursæð frá hesum, so ljóða upptøkurnar ikki serliga øðrvísi enn hvussu tær hoyrdust í felagsrúminum í Sólarmagn. Plátan er skorin av Noel Summerville, John Harries hevur sniðgivið og gjørt list til húsan. Plátan verður útgivin av Tutl (Føroyar) og Adaadat (UK).”