Nýggj turkilinja í Leirvík


Á turkivirkinum Faroe Marine Products í Leirvík verður ein umfatandi útbygging framd um vikuskiftið. Ein hátøknilig turkilinja verður sett upp, og tað fer at gera úrtøkuna betri, væntar virkisleiðslan

Fiskivinna

Leirvík:
Nýggja turkilinjan fer at gera framleiðsluna meira rentabla, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products, sum turkar fiskaslógv til útflutnings.
Tað luktar ræst. Rættiliga strammur luktur kemur frá hesum høvdunum, sum liggja á plastikristunum klár at fara í turkiovnarnar ella beint komin útaftur.
Tað arbeiða 35 fólk fast á virkinum. Umframt eru fleiri, sum arbeiða av og á, eitt nú skúlanæmingar, sum arbeiða eftir skúlatíð.
Fram við vegginum øðrumegin í stóru høllini standa fólk, tvey og tvey við ristunum millum sín, og leggja upsa- og torkarhøvd á ristirnar við hond. So hvørt sum fult er, verða ristirnar stakkaðar longri úti á gólvinum, og tá stakkurin er nóg høgur, verður hann fluttur burtur at seta inn í ovnin.
Hendan arbeiðsgongdin fer at gerast lættari, tá nýggja linjan er uppsett, sigur stjórin á virkinum.
Talan er um eina íløgu upp á knappar tvær milliónir, greiðir Eirikur á Húsamørk frá, meðan hann vísir fram arbeiðsgongdina á virkinum. Linjan, sum sett veðrur upp, er gjørd í Íslandi og er fyrsta av sínum slag.
Íslendski samstarvsfelagin hjá Faroe Marine Products hevur keypt tríggjar tílíkar linjur, og hendan sum teir senda hendanveg, er tann fyrsta, sum verður sett upp. Hon hevur verið roynd í Íslandi, og riggaði væl, láta teir at.
Linjan fer at gera tað nógv arbeiðsligari á virkinum. Hon flytir høvdini eftir bandi og vigar so hvørt, soleiðis, at bara tann málda nøgdin kemur út til hvørja ristina, har tey skulu leggjast á til turkingar. Neyðugt verður heldur ikki við so nógvari lyfting og flyting, sum gjørt verður í dag. »Flowið« fer at verða betri, sigur stjórin.
Sum er flytur bandi bara høvdini, og so mugu tey, sum leggja á ristirnar sjálv syrgja fyri at hava neyðugu nøgdirnar tøkar. Av tí sama liggja rúgvur á bandinum og kunnu gera tað eitt sindur óarbeiðsligt.
Tey turka umleið 40 tons um dagin í Leirvík. Onkran dag eru tey komin upp móti teimum halvthundrað tonsunum. Talan er um høvd og ryggir.
Turkaða slógvið verður pakkað og sent til Nigeria, har tað verður bloytt og kókað til súpanarsoð.
Eirikur á Húsamørk sigur, at undirtøkan frá føroysku virkjunum hevur veirð góð, síðan byrjað varð. Øll tey smáu virkini lata alt slógvið til Leirvíkar, sigur hann.
Turkaðu høvdini eru komin úr aftur ovnunum, og tveir mans standa við eina slisku og stoyta av ristunum.
Høvdini renna niður i stórar kassar í niðaru høllini, har tey verða pakkað í sekkir og løgd á plattar. Klár at verða avskipað til Nigeria at enda sum bót í høvdasúpan.