Nýggja brúðarvísu

Sláið Ring, sum er landsfelag føroyskum dansi at frama, býður nú áhugaðum at taka lut í kapping um at yrkja nýggja brúðarvísu. Sum so er kappingin púrasta opin, men nakrar treytir verða tó settar: Hon skal fyrst og fremst venda sær til brúðarparið. Hon skal vera frásøgukend. Hon skal hava eitt viðkomandi niðurlag. Tað skal taka umleið 8-10 minuttir at kvøða vísuna ella kvæðið. Hartil tilskilar Sláið Ring sær rætt at prenta og geva út øll handritini, ið koma inn, og sum nevndin metir eru egnað at geva út. Fyrsta virðislønin í kappingini er 50.000 kr., men nevndin kann eisini gera av onga virðisløn at lata.