-Nýggja Norrøna er avgjørt ein skilagóð og neyðug íløga fyri alt føroyska samfelagið. Ferðavinnan er eitt, men hon hevur kanska størsta týdning fyri okkara feskfiskaútflutning. Hetta heldur ein av veteranunum innan føroyskan skipaflutning, Thomas Arabo. Hann var hjástæddur, tá nýggja Norrøna fór av bakkastokki í týska býnum Lübeck leygardagin.
Thomas Arabo er ikki ein og hvør heldur, tá talan er um skipaflutning. Hann var stjóri í Strandferðsluni og ein av høvuðsstigtakarunum til at keypa Mortan Mols til uttanlandasigling í 1975. Thomas var eisini ein av heilunum aftanfyri tað flutningsmynsturið, sum tá tók seg upp og sum skuldi blíva avgerandi fyri útviklinginum víðari frá Smyrli til Norrønu og nú til nýggja Norrønu.
Nú hann eygleiðir nýggju Norrønu í havnini í Lübeck renna minni um 27 spennandi ár upp fyri hann. ?Eg haldi tað var rætt og gott, at vit keyptu Mortan Mols á sinni, eins og tað er rætt og gott, at nýggj Norrøna nú verður smíðað sigur Thomas Arabo, sum heldur, at nýggja Norrøna fer at klára seg. ?Tað eru professionell fólk, sum standa aftan fyri Smyril Line. Við sínum drúgvu royndum fer felagið eisini at megna uppgávuna, sum bæði er at flyta ferðafólk og fram. Thomas Arabo heldur sjálvur, at týdningurin, sum skipið fer at fáa fyri feskfiskaútflutningin eigur ikki at undirmetast. Við hesum vælaskipi ber til at fáa 1. floks fiskavørur úr Føroyum til meginlandið. Uppá fyrispurning um ikki hetta er ein uppgáva hjá øðrum skipafeløgum, sum burturav taka sær av vøruflutningi, sigur Thomas Arabo, at føroysk skipafeløg og her serstakliga Skipafelagið hava ikki megnað at liva upp til tær avbjóðingar, sum eitt nú feskfiskaflutningurin hevur sett. ?Mínar royndir øll hesi 27 árini síðani vit fingu Smyril og fóru undir uttanlandssigling við eitt nú farmaflutningi fyri eygað hava verið tær, at eitt føroysk skipafeløg hava verið ov konservativ og hava tíanverri eisini roynt at leggja fótonglar fyri tí flutningi, sum grundarlag varð lagt til í 1975.
Thomas Arabo heldur eisini, at nýggja Norrøna kann skapa ferðavinnunu nógvar nýggjar møguleikar. Her hugsar hann bæði um at fáa fleiri fólk henda vegin men eisini at tjena pengar uppá at flyta ferðafólk millum meginlandið og Ísland. Aftrat hesum koma so tey mongu arbeiðsplássini, sum nýggja Norrøna fer at skapa.
Sjálvur hevur Thomas Arabo sitið í nevndini í Smyril Line í mong ár. Hann var við til at taka avgerðina um at halda fram við nýggjum skipi heldur enn at gevast og selja allar ognirnar. Tað var nettupp við mongu møguleikunum, sum Norrøna skapar, at teir í nevndini hildu tað vera rætt ikki at gevast men heldur at gera nýggjar íløgur. Thomas Arabo heldur tað vera í lagi og gott, at útlendskur kapitalur er við í projektinum, men hann heldur, at tað er avgerandi neyðugt, at meirilutin er á føroyskum hondum. ?Eitt felag sum Smyril Line eins og Atlantsflok hevur stóran týdning fyri føroyska samleikan, tí eiga vit eisini sjálvi at eiga meirilutan.
Thomas Arabo heldur eisini, at vit eiga at takka politikarum sum Atla Dam og Finnboga Ísakson, sum við stuðuli frá eitt nú Jógvan Sundstein syrgdu fyri, at politisk undirtøka varð fyri at keypa Mortan Mols á sinni, sum jú var tað, ið legði lunnar undir ta verkætlan, sum nú er farin av bakkastokki í Lübeck. ?Táverandi Mortan Mols kostaði umbygdur minni enn 30 mill. men tann íløgan kravdi eisini djarvar politikarar við visiónum. Løgtingsmenn vóru sera ivasamir, og var tað samankoblingin við uttanlandssigling, sum gjørdi, at tingið tók undir við at fáa nýggjan Smyril til suðuroyarsiglingina.
Thomas Arabo ásannar, at 750 mill. kr. er nógvur peningur, men hann heldur, at tað kundi neyvan gerast bíligari. At fólkini aftanfyri projektið hava so drúgvar royndir eisini heldur hann vera rættiliga avgerandi.