Nýggja siglingarleiðin í útnorði roynd av miðvingi

Miðvingur hevur siglt siglingarleiðina norðanfyri Kanada. Miðvingurin Bjørn Fjallsbak, sum er yvirstýrimaður á kaðalskipinum Peter Faber, var við tá skipið kom úr Kyrrahavinum, norður gjøgnum Beringssundið, norðanfyri Kanada eystur móti Baffinsflógvanum - t.v.s. nýggju siglingarleiðina norðanfyri Kanada.

Peter Faber er helst fyrsta skipið, sum hevur siglt hesa leið eystureftir. Peter Faber fór úr Japan 10. august, 27. august komu teir eystur í Baffinsflógvan. Tað var nógvur ísur á leiðini og eisini nógv ísfjøll, men tað var ikki nógv lív at síggja - onkur ísbjørn var á leiðini.

Peter Faber hevur nú sett kós móti St. John í New Foundlandi, har teir væntandi verða 2. september.