Nýggja skipanin hevur trupuleikar

Seinastu tíðina hava fleiri fólk vent sær til blaðskrivstovuna og gramt seg um, at tey fáa ikki blaðið, hóast tey langt síðan hava goldið haldaragjaldið í bankanum. Bankin og Postverkið geva hvør øðrum skuldina

Hóast tú rindar haldaragjald fyri føroysku bløðini gjøgnum peningastovn, er ikki vist, at tú fært blaðið kortini.

Hesa roynd hava fleiri haldarar gjørt seinasta ársfjórðingin.

Seinastu tíðina hava fleiri fólk vent sær til blaðið og gramt seg um, at hóast tey fyri einum mánaða síðan hava goldið haldaragjaldið, hava tey onki blað fingið, nú ein triðingur av ársfjórðinginum er farin.

Tað er Blaðdeildin hjá Postverki Føroya, sum umsitir bløðini.

Haðani verður sagt, at trupuleikin í grundini ikki liggur hjá teimum. Tey avgreiða tey bløð, tey hava fingið boð um. Og boðini koma frá Girostovuni.

Trupuleikin er, verður sagt av Blaðdeildini, at samskiftið millum peningastovnarnar og Girostovuna virkar ikki nóg væl, eftir at peningastovnarnir eru givnir at senda avrit av flytingum út til viðskiftafólkini. Nú verður bara sent eitt kontoavrit eina ferð um mánaðin.

Hinvegin sigur Føroya Banki, at Girostovan fær síni kontoavrit dagliga.

Í Føroya Banka verður ásannað, at hetta við haldaragjaldinum er vorðið ein stórur trupuleiki.

Manngongdin í bankanum er soleiðis, at tá ein haldari rindar haldaragjaldið, verður tað flutt á konto hjá Girostovuni, sum so fær yvirlitið sent dagliga.

Í bankanum duga tey ikki at skilja, at Girostovan ikki finnur út av at lesa kontoavritini.

Bankin sendir nevniliga ikki bara kontoavritið, men eisini girokortið, sum komið er saman við flytingini. Og tað skal Girostovan so bara samanbera. So átti alt at verið í lagi.

Men tað er tað ikki, verður sagt av Girostovuni.

Gaman í, váttar Girostovan, at teirra girokort ikki er nóg nágreiniligt. Eitthvørt frámerki átti at staðið á. Til dømis eitt haldaranummar ella sovorðið. Tí verður nú arbeitt við, frætta vit.

Hinvegin sigur Girostovan, at tað kemur alt ov ofta fyri, at peningastovnarnir als ikki senda girokortið saman við kontoavritinum.

Girostovan hevur ongan verðsins møguleika at siga, hvat ein upphædd á konto, nummar tað og tað, er fyri.

Tí er tað, at Girostovan má hava girokortið saman við avritinum.

Eisini kemur ofta fyri, at til dømis maður stendur sum haldari av blaðnum, meðan gjaldið er flutt av konto, sum stendur í navninum hjá konuni. So er aftur sperðil í.

Báðir parta vóna kortini, at talan bert er um byrjunartrupuleikar, sum skjótt eru loystir.

Girostovan sigur í hvussu er, at teirra girokort skal broytast.

Men tað hjálpir ikki upp á lagið hjá teimum, sum bara gjalda haldaragjald, men einki blað fáa.

Tí hava tey tó eini ráð fyri, verður sagt av Girostovuni.

»Fólk kunnu bara fara beinleiðis á posthúsið og gjalda við girokortinum. So er trupuleikin loystur.«