Løgmálaráðið boðar frá, at nýggja KT-skipanin til føroysku tinglýsingina nú verður tikin í nýtslu Føroyskir myndugleikar yvirtóku umsitingina av málsøkinum tinglýsing 1. februar 2006. Í hesum sambandi og grundað á, at verandi danska KT-skipanin til tinglýsing, ið føroyska tinglýsingin eisini hevur nýtt higartil, væntandi verður tikin úr nýtslu í ár, varð avgerð tikin um at menna eina føroyska KT-skipan til tinglýsing.
Arbeiðið at veita og íverkseta nýggju KT-skipanina til fyrisiting av tinglýsing varð boðið út í desember 2006, og Løgmálaráðið gjørdi í juli 2007 avtalu við KT-fyritøkuna Atlants Tøkni um at menna nýggju skipanina. Atlants Tøkni var ein av trimum tilboðsgevarum, ið lótu tilboð inn.
Arbeiðið at menna skipanina hevur gingið væl, og nýggja skipanin er klár at taka í nýtslu nú mánadagin. Við nýggju skipanini fær tinglýsingin eina nýmótans skipan, sum umframt at kunna avgreiða viðurskifti, ið tinglýsingarlógin fyriskrivar, gevur fleiri møguleikar fyri hagtalsgerð og fyri víðarimenning, soleiðis at tinglýsingarskráin t.d. kann gera brúk av øðrum skráum, eitt nú Landsfólkayvirlitinum og landsadressuskránni. Eisini ber til at víðarimenna skipanina við hentleikum, ið kunnu gera fyrisitingina av ávísum málum meira skynsama.
Í sambandi við íverksetanina, har m.a. allar dátur frá gomlu skipanini skulu flytast yvir í nýggju skipanina, kunnu væntast onkrar seinkingar í málsviðgerðini fyrstu tíðina.
Tinglýsingin verður fyrisitin av Umhvørvisstovuni, og frá mánadegnum 5. mai 2008 flytur tinglýsingin samstundis bústað til:
Umhvørvisstovan/tinglýsing
Traðagøta 38
Argir